Sider

mandag den 16. april 2012

Pínligur brølari hjá Kaj Leo

Í formansfrágreiðing á landsfundi Sambandsfloksins, hevur Kaj Leo reypað av stórum búskaparvøkstri:
Føroyski samfelagsbúskapurin hevur tað gott samanborið við onnur lond í Evropa. Vit kunnu staðfesta ein stóran búskaparvøkstur í 2010, vinnan roynir at gera nýíløgur og arbeiðsloysið sær út til ikki longur at hækka.
... og seinni í frágreiðingini verður heilt galið:
Vøksturin í føroyska búskapinum (BTÚ) var í 2010 uppá heili 7 % ella heilar 842 mió.kr. sambært Hagstovuni. Hetta er ein vøkstur, sum eg sum Løgmaður fegnist um at fáa staðfestan og sum eg vil virka fyri heldur áfram. Vøksturin er ein tann størsti í Evropa í hesum truplu búskapartíðum.

Nýliga uppgerðin av bruttotjóðarúrtøkuni fyri 2010, er gjørd í ársins prísum, og harvið eru tveir trupulleikar við tí, sum Kaj Leo sigur. Fyri tað fyrsta ber ikki til at samanbera yvir ár, og tí vita vit faktisk ikki, um talan er um stóran vøkstur, og harumframt er samanberingin við onnur lond høpisleys. Eg veit ikki, um Kaj Leo ikki veit av, at Føroyar ikki hava nakran tjóðarroknskap í føstum prísum, ella um hann kanska ikki er greiður yvir, at tað er munur á og hevur týdning.

Í vinaligari viðmerking til greinina á vágaportal um formansfrágreiðingina hjá Kaj Leo, skrivar Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur:
Fari at heita á løgmann og onnur sum samanlíkna búskaparvøkstur Føroya við onnur lond um at geva sær fær um fylgjandi: Tá ið talan er um búskaparvøkstur, verður vanliga í altjóða høpi støði tikið í vøkstri í brúttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) í prosentum í einum ári til fylgjandi ár. Tó so, at hesum vøkstur verður reinsaður fyri broytingar í prísum (inflatión). Í taluni hjá løgmanni verður víst til ikki-prísreinsaði BTÚ-tøl fyri Føroyar, meðan tølini fyri onnur lond, samanlíkning verður gjørd við, eru prísreinsaði.

Ingen kommentarer: