Sider

tirsdag den 3. april 2012

Útbúgving spjaðir vitan og minkar ójavna

Útbúgving er ein effektivur máti at spjaða vitan í samfelagnum. Útbúgving er harvið við til at styrkja demokratiska kjakið í samfelagnum. Hetta avmarkar møguleikarnar hjá politiska valdinum fyri valdsmisnýtslu. Eins og óheftir ráðgevingarstovnar gera.

Útbúgving er eisini besti máti at spjaða virðini í samfelagnum til alt fólkið. Besti, tí tað mótvirkar, at vánalig sosial kor fara í arv. Besti, tí tað er ein effektivur máti at røkka nógvum fólkum. Besti, tí tað virkar gjøgnum hægri løn, sum hongur saman við betri útbúgving. Besti, tí tað er búskaparliga haldbært, at fólk fáa størri part av virðunum, tá teirra arbeiðsmegi eisini skapar meira virði.

Helst eru her nevndar tvær orsøkir til, at ABDH-samgongan vil skera so nógv niður uppá útbúgving: Tey vilja varðveita vitanina og virðini á færri hondum.

Ingen kommentarer: