(eg haldi) ein kann siga, at borgarin í dag sjálvboðin hevur vrakað sín egna status og slept síni egnu tign. Hann umboðar ikki longur hvørki upplýsing, moral, tjóðskap ella átrúna, og so als ikki tað slagið av dirvi, sum vit plaga at rópa courage civil.
Borgarin er, veri hann ríkur ella fátækur, skrivstovumaður ella akademikari, endaður sum smáborgari, ein ið ikki er á varðhaldi, sum undirbrotligur hongir stakkalastás frá hissini monarkum á sína bringu og vanvirðir tey í neðra, arbeiðaran ella hin fátæka. Hann gloymir tá, at í tí tey veiku falla, fellur hann eisini sjálvur.
(Brot úr seinna parti. Fyrri partur her: Dimmalætting 12. apríl 2012.)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar