Sider

mandag den 9. april 2012

Hvør er flatari: Kommunuskattur ella landsskattur?

Eitt lítið framhald til í gjar: Eg vísti í gjár á, at flati kommunuskatturin er lítið meira flatur enn skatturin sum landið krevur inn, tá man roknar alt við. (Hesin skattur verður formliga kallaður flatskattur, men síðani atfinningar komu, hevur Løgmaður lagt doyðin á, at hann er progressivur allíkavæl.)

Mannagongdin var einføld: Eg roknaði uppá tey tvey inntøkudømini, sum Løgmaður hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum og brúkar at greiða frá, hvussu progressivur flatskatturin er.

Fíggjarmálaráðið hevur sjálvsagt valt dømi, sum passa inn í teirra søgu. Hildu tey, men gloymdu at rokna øll gjøldini við, sum eg gjørdi í gjár og eisini havi gjørt áður.

Eg vildi ikki ákærast fyri at manipulera á nakran hátt, so eg valdi somu dømi sum Løgmaður brúkti. Men tað er kortini áhugavert, hvussu stóran týdning tað hevur, hvørji dømi man velur. Dømini sum Løgmaður hevur brúkt svara til 10 000 kr/mð og 90 000 kr/mð. Tá fingu vit, at størra inntøkan, ið er 9 ferðir so stór sum tann minna, rindar 11.7 ferðir so nógv til kommununa og 12.2 ferðir so nógv til landið.

Nú eru 90 000 kr/mð ein høg løn, sum ógvuliga fá forvinna, so sum dømi er hon lýsandi, men ikki so sigandi. Lat okkum í staðin hyggja eftir eini løn sum er 60 000 kr/mð, ella 720 000 kr/ár. Ein slík inntøka rindar 147 246 kr í kommunuskatti, og landið skal hava 198 433 kr.

Inntøkan uppá 720 000 kr/ár, sum er 6 ferðir so stór sum inntøkan uppá 120 000 kr/ár, rindar sostatt 7.7 ferðir so nógv í kommunuskatti, og 7.5 ferðir so nógv til landið.

Hvat nú? Nú var kommunuskatturin, sum Løgmaður sigur er flatur, meira progressivur enn flatskatturin, sum løgmaður sigur er progressivur.

Nú eri eg eitt sindur forvirraður, og eg skilji væl, at Løgmaður eisini er.

Ingen kommentarer: