Sider

onsdag den 1. februar 2012

Lívsáskoðan og fordeiling av skattabyrðuni

N-Jón Ellendersen sigur á facebook frá, at hann hevur spurt Føroya løgmann, Kaj Leo Johannesen:
Eg havi ein spurning, eg fegin vil hava teg at svara mær.
Sambært Joseph Stiglitz v.fl. finst ikki eitt einasta dømi um, at skattalætti til tey hægst løntu, hevur skapt vøkstur, sum er komin øllum samfelagnum til góðar.
Hinvegin, so hava tílíkir skattalættar einans ríka tey ríkaru, sum IKKI hava brúkt skattalættan til nýtslu, samfelagnum at gagni. Tey hava ístaðin brúkt skattalættarnar til antin at gera íløgur, sum bert gagna teimum sjálvum, ella eisini hava tey brúkt skattalættan til eina størri nýtslu uttanlanda.
Hvussu ber tað tá til, at tú, harra løgmaður, hevur tikið undir við hesum skálkaskjóli til at ríka tey ríku?
So langt eg kann minnast tín orð, so samsvarar hetta rættiliga illa við tað, tú sigur teg standa fyri.
Ger mær tí tann beina at svara mær: Hví tókst tú undir við hesum.
PS: Eg haldi tínir egnu veljarar eisini hava rætt til eitt svar.

Svarið frá løgmanni fekk mítt piss í kók, so eg má posta tað her:
Tekur tú eina lønarinntøku uppá 120.000 og eina uppá 1,08 mió kr t.v.s 9 ferðir størri lønarinntøku, so er skatturin 21 ferðir størri ella frá 11.000 í skatti til 231.000 í skatti, tað haldi eg verða rímiligt.
Eg haldi at tær lønir sum eru yvir meðal, ikki skulu hækkað, meðan tey sum eru undir meðal løn, skulu hava hægri løn, tað vil siga at brúka lønaramboðið í størri mun framyvir, so gjógvin millum háglønt og láglønt ikki verður vaksandi.
Eina eyka innsatsur skal altíð geva meir, tað er mín borgarliga lívsáskoðan.
Tær breiðastu herðarnar skulu gjalda progressivt meira til felagsskapin, júst sum tann broytti progressivi flatskatturin, leggur upp til, tað er mín sosiala lívsáskoðan.

Hetta krevur nakrar viðmerkingar.

Tí tað er spell, at sociala lívsáskoðanin hjá løgmanni skal vera horvin í forvirringinum, sum manipulatiónirnar hjá Jørgen hava skapt. Hvussu leingi skal løgmaður sleppa at manipulera? Nær innsær hann, at tølini hann fær frá Jørgen eru manipulerað?

Og tað er eisini spell, at Føroya løgmaður ikki kann svara ein slíkum fyrispurningi við øðrum enn sum ein papageykur at endurtaka manipulerað roknidømi, hann hevur fingið frá Jørgen Niclasen.

Ein sum hevur inntøku uppá 120 000 kr rindar 42 222 kr (35.2 pct) í skatti og øðrum gjøldum, sum Løgtingið hevur álagt hesum persóni. Hetta er tað sum skal rindast, um inntøkan er 120 000 kr:
  • 19 206 kr  í kommunuskatti, 21.34 pct (miðal) frá 30 000 kr
  •    567 kr  í kirkjuskatti, 0.63 pct (miðal) frá 30 000 kr
  • 11 000 kr  í landsskatti, 20 pct frá 65 000 kr
  •  2 400 kr  til Samhaldsfasta, 2 pct (eftir pensjónsreformin)
  •    744 kr  til Barsilsgrunn, 0.62 pct
  •  1 500 kr  til ALS, 1.25 pct (maks 6500 kr)
  •  3 625 kr  í kringvarpsgjaldi
  •  3 180 kr  til Heilsutrygd
Í alt 42 222 kr, ella 35.2 pct av inntøkuni uppá 120 000 kr. Øll hesi gjøld eru áløgd inntøkuni uppá 120 000 kr av Føroya Løgtingi. (Kirkjuskatturin tó bara fyri limir, men tað eru omanfyri 80 pct av Føroya fólki.)

Samgongan hugdi bara eftir einum av gjøldunum, landsskattinum, tað eina gjaldið við progressiviteti, har háinntøkur rinda relativt mest samanborið við láginntøkur. Hetta gjaldið skuldi trods devilin lækkast, um so pengarnir skuldu prentast -- ella lænast frá komandi ættarliði. Øll hini gjøldini, sum serliga tyngja um hjá láginntøkum, tey hækka ella standa í stað.

Og úrslitið av hesi umsorgan fyri háinntøkum er, at ein sum hevur inntøku, sum er 1 080 000 kr ella níggju ferðir so nógv sum 120 000, rindar tólv ferðir so nógv í skatti og øðrum gjøldum til samfelagið, ið eru áløgd av Løgtinginum.

Flatari fær tað illa verið!

Hetta er sanna sociala lívsáskoðanin hjá Jørgen, og sum Kaj Leo hevur valt at liva eftir. Og liva við.

1 kommentar:

Unknown sagde ...

Vælsignaður Flóvin, legg viðmerking tína út á fb-síðuna hjá Kaj Leo, har eg upprunaliga setti honum spurningin.

Ikki tí, at eg rokni við tað fer at fáa Kaj Leo at vakna, men kanska tað fær uppaftur fleiri at síggja hvussu skralltómur og rundmanipuleraður hann er.

kærar heilsur
N-Jón Ellendersen