Sider

lørdag den 4. februar 2012

Tað skal loysa seg, tað heila

Nú vil Fólkaflokkurin eisini, at tað almenna skal rinda pengar til tey, sum ansa sínum egnu børnum.

Grundgevingin hjá Fólkaflokkinum er, at hesi fólk ikki belasta almennu kassarnar, og tað skulu tey. Tað er órættvíst at nøkur fáa, og onnur ikki, men heldur ikki hesa ferð er talan um øvund, sigur Fólkaflokkurin. Fólkafloksfólk sum ynskja vera dulnevnd, tá tey brúka orðið, siga at hetta princippið er meira solidariskt.

Nýggja princippið skal umfata allar almennar skipanir, sum fólk ikki brúka:
  • Kommunurnar skulu eisini rinda fyri sparda ansing til tey, sum als ikki hava børn. 
  • Sjúkrahúsverkið skal rinda til øll, sum ikki verða innløgd. 
  • Heilsutrygd skal rinda til øll, sum ikki brúka medicin. 
  • Tey sum ikki hava børn í Fólkaskúlanum, tí tey ikki hava børn í skúlaaldri, skulu eisini hava pengar, og ikki bara tey, sum hava børn í privatskúla.
Enn er ikki avgjørt, um tað verður landskassin ella kommunukassarnir, sum skulu rinda fyri tey, sum ikki hava børn í fólkaskúlanum, men hetta skal takast upp í sambandi við kommunureformin.

Tey sum ikki eru arbeiðsleys fáa tó ikki frá ALS. Arbeiðsloysisskipanin verður umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og Fólkaflokkurin vil virða teirra rætt sjálvar at skipa viðurskiftini.

Fyri tey, sum ikki belasta nakra almenna skipan kann upphæddin blíva nóg mikið at liva fyri. Hetta er eisini í tráð við samgonguskjalið sum sigur:
Vinnuvøkstur skal skapast og birtast skal undir nýggjar og nýskapandi vinnur.

Mátin hetta verður gjørt verður, at hvørt kvartal verður gjørt upp, hvørjar almennar tænastur, tú og tíni ikki hava brúkt, og so fær húskið ein kekk frá fíggjarmálaráðharranum, fyri alt tað, tit ikki hava belastað landskassan við.

Dømi um slíkan kekk sæst her. Nøkur vísa júst til hatta dømi fyri at vísa á, at talan hvørki er um eina nýggja ella nýskapandi vinnu.

1 kommentar:

Bergljót av Skarði sagde ...

við øðrum orðum vánaligur dekkari sum skítur á frívakt