Sider

onsdag den 1. februar 2012

Lønarsteðgur = minni hall á fíggjarlógini?

Í samrøðu við Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, sigur Ingi Samuelsen, journalistur, at eingin lønarhækkan (til Starvsmannafelagið) má vera ein hjálp at fáa javnvág á fíggjarlógina.

Men er tað so? At hetta varð sagt sum ein sjálvfylgja fekk meg í hvussu er at reagera og spyrja á facebook (her við smærri rættingum):
Hví sigur útvarpsmaðurin við fíggjarmálaráðharran, at eingin lønarhækkan (til Starvsmannafelagið) má vera ein hjálp at fáa javnvág á fíggjarlógina? Hevur hann spurt nakran økonom um tað?
Tað kann væl hugsast, at ov lág lønarhækking ger kreppuna størri, og tískil fíggjarlógarhallið størri.
Tað er sera spell, tá fjølmiðlarnir soleiðis eru við til at spjaða mytur um búskap.

(Her skyldi eg fyrst Inga Samuelsen eina umbering. Eg havi lurtað eftir samrøðuni umaftur aftaná at eg hevði skrivað allan henda tráðin, og tað var júst minking av hallinum á fíggjarlógini í ár, Ingi nevnir í samrøðuni við fíggjarmálaráðharran. Men fyri vigtiga kjakið um fíggjarpolitikkin koma hesar viðmerkingar um ætlanina at fáa javnvág eftir nøkrum árum kortini.)

Eg fekk so nakrar spurningar frá teimum, sum hava hoyrt ov nógva høgravenda propaganda, sum teir halda vera dygdargóða búskaparfrøði. Ikki so ágangandi, sum onkuntíð fyrr, men ovfarnir, og við vanligari sarkasmu í spurningunum.


Sjúrður Ejdesgaard:
Hvussu stóra lønarhækkan skulu limirnir í Starvsmannafelagnum hava fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina?
"Tað kann væl hugsast, at ov lág lønarhækking ger kreppuna størri, og tískil fíggjarlógarhallið størri." Klára búðskaparfrøðingar at roknað seg fram til hvussu nógv lønin skal hækkað fyri at minkað um kreppuna so nógv at fíggjarlógin hevur javnvág?
Kann lønarvøkstur eisini hava neiliga ávirkan á búðskapin?

Wilhelm Nygaard:
um nú útvarpið hevði spurt teg, hvat tú so svarað
Um tú hevði svarað tað sama sum hetta seinasta, so ivist eg í hann hevði kunnað nýtt svarið yvirhøvur

Her kemur ein útgreining:

Áðrenn vit fara til búskaparfrøðina, kunnu vit seta matematikkina upp, ella kanska skulu vit siga bókhaldið: Um príshækkingar eru 1% og lønirnar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum hækka 1%, so hækka inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini líka nógv, hóast almennar lønarútreiðslur eru stórur partur av fíggjarlógini. Also hallið broytist ikki. Hetta passar soleiðis runt roknað, men so mikið væl, at tað er ein tummilfingurregul, sum Fíggjarmálaráðið sjálvt brúkar. Harumframt hækka inntøkurnar hjá kommununum væl meira enn útreiðslurnar, so samanlagt fyri tað almenna sær roknistykkið heilt gott út av lønarvøkstri og samstundis prísvøkstri, ið er líka stórur.

So tað er ikki kostnaðurin av lønarhækkingini, ið er tann stóri spurningurin, so leingi talan ikki er um stórar hækkingar. Hetta var bókhaldið (og tað telur mest, ta man skal meta um ávirkanina tað fyrst árið), og so er búskaparfrøðin eftir.

Tí hinvegin er tað ávirkanin á búskapin, sum hevur týdning næstu árini. Eftirspurningurin er tað, sum drívir konjunktursveiggini, og í løtuni er samlaði eftirspurningurin so mikið lágur, at arbeiðsloysið er so høgt, at ALS helt inngjaldið mátti hækka útgjaldið lækka.

Eftirspurningurin í føroyska búskapinum kann býtast í trý, í rundum tølum er býtið soleiðis:
  • 40% er privatur eftirspurningur (húski og virki),
  • 30% er útlendskur eftirspurningur (útflutningur), og
  • 30% er almennur eftirspurningur (land og kommunur).

Búskaparkreppan hevur rakt Europa hart (og vánaliga handfaringin hevur gjørt tað uppaftur verri), og hevur avmarkað eftirspurningin eftir føroyskum útflutningi. Tað hevur rættað seg aftur, men skelkurin ávirkar enn føroyska búskapin. Privati eftirspurningurin er tí eisini minkaður nógv. Mong fólk hava stóra skuld og mong við lækkaðum inntøkum og kanska við ótryggum starvsviðurskiftum aftrat. Samstundis hevur tað almenna tíverri eisini spart, sum hevur verið púra skeivt, og man heldur bara fram at spara. Eg veit ikki, hvat tað er sum drívir hugin at skera niður, men tað virkar sum vilja politikarar gera seg upp. Ofta verður sagt, at politikarar skulu tora at taka ópopulerar avgerðir, men fleiri teirra venda hetta á høvdið soleiðis, at tey halda, at ópopulerar avgerðir eru rættar avgerðir.

Skattalættin til háinntøkur fer at økja privata eftirspurningin eitt sindur. Men í mun til kostnaðin á fíggjarlógini rættiliga lítið, tí háinntøkur økja neyvan nýtsluna tað stóra. Økt nýtsla verður í meira lagi uttanlandsferðir, og nógv fer helst til at rinda niður skuld.

Ein trupulleiki í búskapinum er stóra privata skuldin. Skuldin hjá landskassanum er als ikki orsøk til at rópa varskó, men skuldin hjá familjum, sum hava keypt ella bygt hús fyri fáum árum síðani er stór, og tyngir hetta privatu húsarhaldini og er við til at trýsta privata eftirspurningin niður. Kostnaðurin av skuldini er í sjálvum sær við at minka privata eftirspurningin, men óvissan, sum stóra skuldin gevur í ótryggum búskapartíðum minkar eisini privata eftirspurningin umframt.

Nógvar familjur sita hart fyrispentar í skuld, og lægri miðalinntøkur ella láginntøkur fáa ongan skattalætta. Samstundis fer skattalættin til háinntøkur helst at geva eitt sindur av príshækkingum. Og nógv gjøld eru longu hækkað. Hesar mongu familjur, sum hava óvissan privatøkonomi, kanska óttast at missa arbeiðið eisini og hava stóra skuldarbyrðu, hava tí lága nýtslu, og við príshækkingum uttan lønarhækking minka tey kanska nýtsluna meira enn tað sum er neyðugt og tey hava ráð til. Óvissan ger tey enn meira varin. Skattalættin merkir eisini almennar sparingar, t.e. ótrygg starvsviðurskifti hjá einum stórum parti av arbeiðsmegini, og ger tað stúranina uppaftur størri.

Hvussu virkar lønarhækking í slíkari støðu? Lønarhækking saman við tilsvarandi príshækkingum vil merkja, at sjálvt um lønarhækkingin bara røkkur til príshækkingar, so vil virðið á skuldini minka í mun til lønina. Tvs. at sjálvt um keypiorkan í fyrsta umfari er varðveitt, er fíggjarstøðan hjá hesum húskjum blívur lættari, tí relativt minkaða skuldin ger óvissuna minni. Mong, sum eru hart fyrispent fáa kanska eitt sindur av optimismu, og tey sum vegna stúran spardu hóast tey høvdu ráð fara at kanska at økja nýtsluna.

Við eini hampiligari lønarhækkan hesi árini kann fíggjarliga óvissan í mest skuldarbundnu privatu húsarhaldunum minkast, og landskassin kann gera tað næstan uttan kostnað, tí tað er fíggjarlógarneutralt, um príshækkingar eru tilsvarandi í samfelagnum, og aðrar lønir hækka tað sama sum almennar. Landsstýrið hevur sostatt møguleika at lætta um hjá familjunum, so tær fáa størri álit á framtíðina. Hetta kundi økt privata eftirspurningin, samstundis sum kommunurnar fáa luft í fíggjarætlanirnar, og kanska skapa nøkur arbeiðspláss aftrat, og alt hetta kann viðvirka til at koma skjótari úr lágkonjunkturinum. Og skjótari kann aftur verða javnvág á fíggjarlógini. Tá kreppan er av, er helst javnvág á fíggjarlógini, tí neyvan er nakað strukturelt hall.

Harumframt vil eg vísa til hesa viðmerking, har eg ávari ímóti at steðga vøkstrinum við ikki at tora at hava nóg stórt hall á fíggjarlógini. Og eina áminning um grein hjá búskaparráðnum, sum sigur at Lønarsteðgur er fupp.

Men fyri eisini at svara síðsta spurninginum frá Sjúrði, jú, lønarvøkstur kann eisini hava negativa ávirkan á búskapin. Ov høgar lønir kunnu skaða kappingarførið, men gjaldsjavnin er ikki nakar stórvegis trupulleiki. Um ein lønarvøkstur er gagnligur soleiðis sum eg havi lýst omanfyri valdast um konjunkturstøðuna, men eisini onnur viðurskifti í búskapinum, sum krevur nærri analysu, sum eg ikki havi tøl til at gera her og nú. Men sum eg skrivaði:
Tað kann væl hugsast, at ov lág lønarhækking ger kreppuna størri, og tískil fíggjarlógarhallið størri (enn tað annars hevði verið).

Og eg haldi enntá, at tað er sannlíkt.

Tað sum er greitt frá her omanfyri, er nakað av tí sum liggur aftanfyri pástandin hjá nógvum økonomum um, at man ikki kann spara seg úr kreppuni. Tað skrivi eg helst meira um seinni, m.a. er áhugavert at hyggja eftir, hvussu er gingið hjá teimum londum, sum kortini hava roynt at spara seg úr kreppuni.

Ingen kommentarer: