Sider

lørdag den 11. februar 2012

Búskaparlógin hjá Murphy (2)

Øll kenna lógina hjá Murphy:
If anything can go wrong, it will.

Búskaparfrøðingurin Alan Blinder hevur í bókini Hard heads, soft hearts roynt at orða eina búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Tá búskaparfrøðingar eru samdir um okkurt og vita mest, er ávirkanin á førda politikkin minst. Tá búskaparfrøðingar hinvegin eru ósamdir, so fáa teir ávirkan, tí fólk velja sær ein búskaparfrøðing tey kunnu brúka til síni ideologisku endamál.

Umskrivingin til føroyskt er mín. Upprunaliga orðaði Blinder tað soleiðis á enskum:
Economists have the least influence on policy where they know the most and are most agreed; they have the most influence on policy where they know the least and disagree most vehemently.

Tvey áhugaverd link til síður á internetinum har henda lóg (búskaparversjónin) verður umrødd eru her:
Arnold Kling skrivar í 2001 um Glenn Hubbard, sum opinbart fyri at fáa starv sum búskaparráðgevi hjá Bush yngra, skrivar eina vísindaliga grein, sum skal stuðla undir ávísa búskaparteori, ið amerikanski høgravongurin brúkar í propagandaendamálum. Hesin sami Hubbard er ein av teimum búskaparfrøðingunum, sum í filminum "Inside Job", sum eg skrivaði eitt sindur um her: Tá eingin rópar varskó, verður tikin á bóli og útstillaður sum býttur ella korruptur ella bæði.
Blogginnlegg frá John Irons í 2011, har hann tekur tráðin upp frá búskaparfrøðinginum Mark Thoma, sum hugleiðir um fund millum heimsins fremstu búskaparfrøðingar, har tað kom fram, at búskaparfrøðingar hava sera ymiskar frágreiðingar uppá, hví heimurin kom í so djúpa fíggjarkreppu í 2007 sum fekk so ógvusligar avleiðingar fyri búskapin. John Irons koblar í sínum blogginnleggi búskaparlógina hjá Murphy saman við fakligari korruptión: Búskaparfrøðingar eru simpulthen til fals, og pengar eru í at hava summar meiningar, ikki minst tær meiningar, sum eingin økonom kann taka undir við, og vera bæði fornuftigur og erligur. Tá skulu nevniliga pengar á borðið, fyri at onkur skal stíga fram og verja tær.


Ikki bara búskaparfrøðingar

Vit kenna tað innan onnur fak eisini. Í málinum við føroyska fiksimálaráðharranum, Jákup Mikkelsen (JM), sum er ógegnigur, hava fimm ymiskir løgfrøðingar úttalað seg um gegnisspurningin og annað sum hevur við tað at gera. Fyrst var tað Bjørn á Heygum, sum mælti til at flyta fiskimálaráðharran í annað ráð vegna ógegni. Dagin eftir vísti Dagur og vika á fleiri ivamál um gegni, Men so spurdi Norðlýsið ein danskan løgfrøðing, sum út frá donsku tulkingini av lógini sigur, at JM er ikki ógegnigur. Hesum var Kári á Rógvi, sum Dagur og vika tosaði við, ósamdur í, tí eftir føroysku reglunum er JM ógegnigur. Men so spurdi Fiskimálaráðið Anfinn V. Hansen (AVH), og hann kom í notati fram til, at JM er ikki ógegnigur sambært § 3, stk. 1, nr. 2. Sama notat sigur tó einki um § 3, stk. 1, nr. 5, sum aðrir løgfrøðingar hava víst til sum orsøk at siga at JM er ógegnigur. Og Dagur og vika spurdi so eisini Jógvan Páll Lassen, sum kemur til, at JM er ógegnigur. Ein áhugaverd detalja at fáa við er, at JM sigur sjálvur, at hann er ógegnigur.

So allir føroysku løgfrøðingarnir sum eru spurdir halda, at JM er ógegnigur, men ikki tann eini sum JM sjálvur hevur spurt, og sum fær góðar 30.000 kr fyri svarið, tí hann kemur til, at JM er ikki ógegnigur. Soleiðis fungerar tað, tá fakfólk eru til fals: Skriva mær eitt notat sum sigur, at eg eri ikki ógegnigur, eg skal almannakunngera tað. Løgfrøðingurin finnur so onkra lógargrein, sum ikki sigur, at klienturin er ógegnigur. Men tað er jú ikki tað sama sum at finna eina lógargrein sum sigur, at klienturin ikki er ógegnigur, men tað var heldur ikki tað sum biðið var um. Ruðuleikin er fullkomin, kann man siga, tá pengar koma uppí, tí tað at AVH fær pengar frá JM fyri at skriva notatið um ógegni, ger í sjálvum sær, at AVH verður ógegnigur.

Reiðarar og fiskimenn skulu ikki vera sartir og kenna seg fyri ágangi av skriving frá Hermanni Oskarsson um, hvussu korrupsjónin virkar. Hermann skrivar generelt um viðurskifti, sum eingin eigur kunna nokta fyri henda. Í fiskivinnuni eins væl og aðrastaðni. Eisini í vinnuni hjá búskaparfrøðingum sjálvum. Og vit finna tað eisini í samanblandingini, har vinna á sjónum hevur keypt sær ávís sjónarmið frá búskaparfrøðingum, so sum her fyri at nevna tvey dømi:

Fyri eini viku síðani spurdi ein journalistur meg, um tað ikki er so, at ikki ein tann einasti búskaparfrøðingur frámælir uppboðssølu? (av rættinum til at gagnnýta fólksins ogn, fiskatilfeingið)

Eg svaraði, at tað man vera líka við, men at man finnur altíð onkra kúlu, sum hevur papír uppá búskaparfrøði, sum ikki er samdur -- um ikki annað fyri at gera seg áhugaverdan. Í skjóta facebook orðaskiftinum gloymdi eg at nevna, at onkur kundi eisini vera, sum sjálvur fær okkurt burtur úr at verja útvaldar reiðarar.


Hvat er at gera?

Hvussu vita vit sum samfelag, og hvussu vita leikfólk, nær ein búskaparfrøðingur sigur okkurt, sum er grundað á eina í mest møguligan mun objektiva búskaparfrøðiliga analysu, og nær hann sigur okkurt, sum er grundað á hansara egnu egin-áhugamál ella sum gagnar onkrum, sum rindar hesum búskaparfrøðinginum?

Sum tað kemur fram í filminum "Inside Job", sum eg nevndi omanfyri, so kann lættliga koma bland í rollurnar og trupult vera at kenna mun á óheftari gransking og ráðgeving og lobby-virksemi, kamuflerað sum óheft ráðgeving. Samfelagið má verja seg ímóti hesum sum frægast. Tískil er neyðugt at hava óheftar stovnar, sum ikki koma undir politiskt trýst, og sum vinnulig seráhugamál ikki kunnu ávirka. Í einstøkum førum kunnu einans slíkir púra óheftir stovnar tryggja, at neyðug sjónarmið koma fram, og annars kann samfelagið sita eftir við einans skotgravakríggi millum mótstríðandi áhugamál.

Fyrst í árinum tók American Economic Association avgerð um "code of ethics in publishing" hjá búskaparfrøðingum skal umfata líknandi reglur fyri upplýsing av fíggjarligum áhugamálum í sambandi við granskingini, sum verður brúkt innan fyri medicinska gransking. Stutt sagt skulu búskapargranskarar siga frá øllum sum hava verið við til at fíggja granskingina, og øll samstarv við partar, sum kunnu hava fíggjarlig áhugamál í granskingini. Hetta átak kemur eftir eina tilgongd í AEA sum hevur varað meira enn eitt ár. Tilgongdin byrjaði faktisk eftir at filmurin "Inside Job" vísti búskaparfrøðingar í støðum í samrøðum, so teir sóu nokk so korruptir út.

Vanliga gera miðlafólk keldukritikk. Og upplýsa tað sum lesari/lurtari/hyggjari skal vita um kelduna. Men tað hendir alt alt ov ofta, at tey gloyma tað. Nakað so heilt grundleggjandi sum at upplýsa, at advokaturin tey gera samrøðu við, er advokatur fyri annan partin í tí málinum, sum samrøðan snýr seg um, verður gloymt viðhvørt.

Tá talan er um búskaparspurningar er sanniliga eisini tørvur á ordiligum keldukritikki, óansæð um talan er um búskaparfrøðing ella onnur. Er búskaparfrøðingurin sum úttalar seg leysur av fíggjarligum og vinnuligum seráhugamálum? Og tá ein reiðari ella onkur tilknýttur eitt reiðarí tosar um fiskivinnu og hvussu hon skal skipast, so eigur tað vera eitt krav, at tað hvørjaferð kemur ein áminning um, at talan er um ein persón, sum kann hugsast at royna at ávirka politikkin til egið gagn. Fjølmiðlarnir skulu gera vart við, at talan er um eitt parts-innlegg, tí lesarin/lurtarin/hyggjarin gloymir tað lætt, tá talan er um tilfar, sum fær journalistiska viðgerð.

Ingen kommentarer: