Sider

lørdag den 25. februar 2012

Almenn fíggjarmál (1)

Í útvarpinum í gjár á middegi hevði Dia Midjord samrøðu við Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um almenna húsarhaldið, í sambandi við at landsstýrið fyrireikar játtanarkarm fyri komandi fíggjarár. Jørgen Niclasen vil vera við, at vøkstur er á inntøkusíðuni, men at trupulleikar eru á útreiðslusíðuni, har tamarhald má fáast á. Og neyðugt er við sterkum lúti, tá sparast skal, verður sagt.

Lat okkum hyggja eftir tølunum.

Skal man meta um almenna búskapin yvir fleiri ár, so er rætt at máta almennar inntøkur og útreiðslur í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta vísir, hvussu stóran part av samlaðu framleiðsluni í búskapinum, tað almenna tekur inn, og hvussu stóran partur av samlaðu framleiðsluni endar sum almenn nýtsla. Og hyggja vit eftir fíggjarlógini hjá Løgtinginum, sær tað soleiðis út síðani 1998, ið er tað elsta sum er atkomiligt í datagrunninum hjá Hagstovuni, og fram til 2010, sum eru nýggjastu tølini:

Kelda: Hagtalsgrunnurin hjá Hagstovuni,
fyrsta talvan undir Almenn fíggjarmál: AFINNUT

Útreiðslur: Sum myndin vísir, hava inntøkurnar seinastu tólv árini verið umleið 40 pct av BTÚ, við nøkrum sveiggjum. Hesi sveiggj skyldast ikki bara ójavnan vøkstur í almennu útreiðslunum, men eisini sveiggj í búskapinum sum heild soleiðis at skilja, at tá búskapurin veksur meira enn almennu útreiðslurnar, minka almennu útreiðslurnar sum partur av BTÚ, hóast tær vaksa í krónum. Aftanfyri vøksturin í útreiðslunum er eisini politisku konjunkturar, tvs. at tá valár er, vaksa útreiðslurnar ofta eitt sindur meira enn annars. Tí eru relativt størri útreiðslur í 2002, og í 2008. Lægri útreiðslur í 2006 og 2007 enn hini árini skyldast hinvegin stóran búskaparvøkstur og/ella prísvøkstur hesi ár. Relativt stórar almennar útreiðslur árini 2008-2010 skyldast eisini, at BTÚ stendur at kalla í stað hesi ár.

Inntøkur: Hinvegin vísir myndin eina stór minking í inntøkunum, ið eru farnar frá 47.6 pct til 37.4 pct av BTÚ. Hetta skyldast blokkniðurskurður og skattalættar, sum ikki hava verið fíggjaðir, og at ávísar inntøkur í búskapinum verða ikki skattaðar ella skattaðar í minna lagi í mun til aðrar inntøkur. Og hetta er áðrenn núverandi ABDH-samgonga gav enn ein ófíggjaðan skattalætta uppá 265 mió kr.

Bruttotjóðarúrtøka, BTÚ: Í 1998 var føroyska BTÚ 7.4 mia kr, og í 2010 sigur nýggjasta metingin 12.5 mia kr.

Eftir myndini omanfyri at døma, er tamarhald á útreiðslunum, meðan trupulleikar eru við inntøkunum, sum støðugt minka. Tvs. akkurát øvugt av tí, Jørgen Niclasen slapp avstað við at siga í samrøðuni við útvarpið. Eg veit ikki, hví Dia Midjord, sum tosaði við Jørgen Niclasen, ikki sjálvur kannar tølini heldur enn at spyrja Jørgen um tað. Jørgen kann hava sína egnu meining, men fakta eigur ikki vera nakað, har fólk hava síni egnu. Hasi tølini liggja alment tilgongilig á heimasíðuni hjá Hagstovuni og tað krevur nøkur fá klikk við músini at fáa røttu tølini fram.

Og so er tað Vinnuhúsið. Tað er blivið teirra mantra, at tað almenna er ov dýrt. Man kann rósa Vinnuhúsinum fyri teirra útmeldingar á fleiri økjum, men her er ein rættiliga løgin útlegging av hagtølum um almennu útreiðslurnar:
Síðan 1997 eru útreiðslurnar hjá Landskassanum til rakstur øktar úr 2,3 mia. kr. upp í 4,6 mia. Kr í 2010. Í sama tíðarskeiði eru samlaðu almennu útreiðslurnar øktar úr knappum 4 mia kr. upp í 7,5 mia. kr.

Hasi tølini siga akkurát einki. Men tølini geva eina fatan av, at útreiðslurnar vaksa ómetaliga skjótt, tí lesarin yvirsær lættliga, at vøksturin er hendur yvir 13 ár. Man eigur seta almennu útreiðslutølini upp ímóti samlaða búskapinum, sum eg havi gjørt omanfyri. Ella í minsta lagi mótrokna prístalið. Um man ikki veit tað, kann man koma við slíkum tápuligum útsøgnum sum hesari hjá Vinnuhúsinum:
So kann ein bara spyrja, hvør orsøkin er til, at almennu útreiðslurnar eru øktar so nógv, og um fólkið í Føroyum hevur tað tvífalt so gott í dag sum í 1997?

Omanfyri standandi skuldi verið nøktandi svar í fyrsta umfari, men eg kann eisini vísa á, at eg fyrr havi mett neyðugt at rættað skriving hjá Vinnuhúsinum. Um talan er um ódugnaskap ella bevísta manipulatión í hesum føri veit eg ikki.

Hesin stubbi eitur Almenn fíggjarmál (1), tí tað kemur onkur aftrat um evnið. Almenn fíggjarmál snýr seg um meira enn fíggjarlógina hjá Løgtinginum, og tað skal eg eisini skriva eitt lítið sindur um og gera eina meira útgreinaða lýsing, men Jørgen Niclasen og Vinnuhúsið tosaðu um fíggjarlógina hjá Løgtinginum, so tað er tað eg viðgeri í fyrsta umfari. Hetta var bara eitt fyribils hjartasuff um misvísandi talu og skriving í almenna kjakinum frá pørtum sum áttu at verið seriøsir, og ikki eiga at sleppa so lætt at manipulera, sum teir tíverri ofta sleppa.

Ingen kommentarer: