Sider

fredag den 24. februar 2012

Jákup Fróði Djurhuus um uppboðssølu

Jákup Fróði Djurhuus setir tað rættiliga væl upp viðv. tilfeigisbúð sum viðmerking til greinina Rán á alljósum degi, sum Kári Mikkelsen hevur skrivað m.a. á Norðlýsinum:
Tí er tað neyðugt at hava eina tilfeingisbúð. Eina dynamiska skipan.
Um 100.000 tons eru at býta. Og Norðborg fær 50.000 tons, sum teir selja fyri 10 kr fyri pr kilo, tí at teir vørumenna og virka vøruna til matna, og vinnan í Gøtu fær 50.000 tons, sum fer til ídna fyri 5 kr pr kilo, so kann hetta halda fram í allar ævir.
Tí at onkur tilvildarligur landstýrismaður hevur peika á hesar báðar fyritøkurnar. Skipanin er statisk. Tit eiga hatta. Gerið sum tit vilja við hasar makrelarnar.
Men um vit høvdu eina tilfeingisbúð. Ein dynamiska skipan. Og Norðborg kundi framleitt 80.000 tons, so høvdu teir kunnu bjóða eitt lítið sindur meira fyri hesi 80.000 tons.
Ùtflutningsvirði hevði hækka frá 50.000 tonsum til 80.000 tonsum x 10 kr, og tey írestandi 20.000 tons høvdu verið útflutt fyri 5 kr.
Vinnan í Gøtu hevði noyðst at skunda sær at tillaga sítt virksemi, fyri at kunna vera við í kappingini, tí annars høvdu teir fingið trupulleikar.
Tað snýr seg ikki um, at tað almenna skal fáa so nógvan pening í kassan.
Tað snýr seg um at hava eina dynamiska skipan, har rávøran allatíðina flytir seg ímillum tey dugnaligastu reiðaríini, alt eftir hvussu nógv reiðaríini kunnu selja sína makrevørur fyri.
Og um nú 4 raskir menn úr Klaksvík hava silgt og forvunnið nógvan pening í Norra, og ætla sær inn í føroysku fiskivinnuna við teirri vitan sum teir hava nomið sær har, so er tað ongin trupulleiki, um Føroyar hava eina tilfeingisbúð.
Í dag er tað púra hopleyst.

Roknistykkið er ikki heilt so einfalt (økti kostnaður hjá Norðborg, íroknað íløgukostnaðu, í mun til tað Vinnan hevur skal dragast frá virðisøkingini), men hetta greiðir rættiliga væl frá tí nýggja dynamikki, sum ein tilfeingisbúð vil geva í vinnuna.

Ingen kommentarer: