Sider

torsdag den 9. februar 2012

Búskaparfrøðingar og samskifti

Páll Isholm í kronikk í Dimmalætting 1. februar 2012:
Tann dag makrelurin er burtur, og landskassin kanska hevur fingið nakrar útlendskar milliónir í løtuvinningi,

Páll Isholm í Góðan Morgun Føroyar 7. februar 2012:
tað er ein vesentligur munur á oljuvinnu og fiskivinnu. Fiskivinnan (-tilfeingið, fle) hevur tað við at endurnýggja seg,

Kjakið um tilfeingisgjald og uppboðssølu av fiskatilfeinginum er blivið til skotgravakríggj, siga atfinnandi røddir. Skotgravakríggj verður tað til, tá partarnir í kjakinum hava stór egináhugamál í málinum, ella ikki vita nakað um tað teir snakka um. Eg veit ikki, hvørja kategori, teir báðir persónarnir omanfyri hoyra til, men argumentini tykjast eitt sindur tilvildarlig, serliga tá man uppdagar, at tað er sami persónur sum talar.

Sum Jóannes Jacobsen og Hermann Oskarsson hava víst á, hevur greinin hjá Páll -- øll sum hon er -- einki sum helst at gera við spurningin um uppboðssølu kontra politiska/administrativa útlutan.

Jóannes hevur verið grundiga ígjøgnum greinina hjá Páll og víst á, hví alt hann førir fram er irrelevant og grundað á misskiljingar, so tað behøvist eg ikki endurtaka.

Páll sigur seg ynskja eitt breiðari kjak. Men greinin hjá honum er eitt langt álop á búskaparfrøðingar við malplaceraðum atfinningum, so íkastið ger ikki á nakran hátt kjakið betri. Eftir at hava hoyrt prátið í morgunsendingini í útvarpinum má eg tó siga, at meiningin helst er góð nokk, men at Páll hevur bara als ikki skilt argumentini aftanfyri boðskapin hjá búskaparfrøðingum um trupulleikarnar við tí samanblanding av politiskum og vinnuligum áhugamálum, sum er við politiskari detailstýring av føroysku fiskivinnuni.

Akademikarar gerast viðhvørt eitt sindur miljøskaddir, at eisini mál og samskifti verða ávirkað av hugsunarhátti í teirra akademiska miljø. Hetta kann gera, at tað krevur ein heilt serligan innsats fyri at trongja ígjøgnum til eina breiða fjøld og harvið politisku skipanina. Men at eisini samfelagsfrøðingurin enn ikki hevur skilt ein boðskap sum hevur verið trúttaður nú í meira enn eina dekadu vísir, at búskaparfrøðingar hava ovurstórar samskiftisavbjóðingar í Føroyum og nógv størri enn eg helt.

Ingen kommentarer: