Sider

mandag den 16. april 2012

Hava Kaj Leo og co gjørt nakað rætt?

Í drúgvari formansfrágreiðing á landsfundi Sambandsfloksins, nevnir Kaj Leo fleiri ferðir, hvussu gott tað hevur verið, at Sambandsflokkurin hevur verið í samgongu, tí úrslitini hava verið góð og síggjast nú. Tvey dømi um góð úrslit ið hann nevnir eru, at hallið á fíggjarlógini í 2011 endar við at vera minni enn helvtina av tí væntaða, tá árið byrjaði, og at stórur búskaparvøkstur  var 2010. (Sum eg havi skrivað her, er hetta ein sannleiki við modifikatiónum.)

Og 3. apríl tók Kaj Leo eitt sindur saman um í samrøðu við Rás 2 um minkaða fíggjarlógarhallið, og segði at hetta vísir, at samgongan hevur gjørt okkurt rætt.

Tað er áhugavert, at við fleiri høvi, hevur Kaj Leo reypað um úrslit og avrik, og leiklutin hjá sínum flokki í hesum, men hevur enn ikki víst á nakað sum helst ítøkiligt, sum samgongur hann hevur staðið á odda fyri hava framt, sum skal hava verið við til at skapa framgongd.

Tað skal tí her verða víst á, at búskapurin saktans kann koma fyri seg eftir eina kreppu, eisini hóast politikarar ikki gera nakað rætt. Og hóast politikararnir føra skeivan politikk í eini kreppu, so vil búskapurin undir flest øllum umstøðum kortini koma fyri seg aftur fyrr ella seinni. Skeivi politikkurin ger bara kreppuna verri, enn hon vildi verið uttan.

Harvið er ein ávís framgongd í búskapinum als einki prógv fyri, at samgongan (hendan ella undanfarna) hevur gjørt nakað sum helst rætt, og vit kunnu tí heldur ikki gera ta niðurstøðu, at Kaj Leo og co hava gjørt nakað sum helst rætt. Tann spurningurin stendur enn opin.

1 kommentar:

Hans Jacob sagde ...

Nú eri eg ikki nakar búskaparfrøðingur, men eg havi tó ein spurning, eg kundi hugsað mær, at búskaparfrøðin kann svara...

Kann hugsast, at búskapurin í einum samfelag við rímiligari politiskari javnvág, slettis ikki verður ávirkaður av tí politikki, ið verður førdur? Her hugsi eg sjálvandi um tíðarskeið væl longri enn einkult valskeið.