Almennar útreiðslur hava so ikki givið londum verri kredittvirði, sum henda mynd vísir.
Kelda: Bloggur hjá Krugman |
Frágreiðing um myndina: Út eftir vatnrætta aksanum síggja vit hvussu stóran part av bruttotjóðarúrtøkuni hjá ymsum londum er almennar útreiðslur, og upp eftir lodrætta aksanum, hvussu høg rentan á 10-ára statsobligatiónum er. Tey lond sum eru frámerkt langt til høgru hava sostatt stóran almennan sektor, og tey lond sum eru frámerkt ovaliga í myndini, hava høga rentu og vánaligt kredittvirði. Samanhangurin er meira kompleksur, men um henda mynd gevur nakra forkláring, so sæst at lond við stórum almennum sektori hava gott kredittvirði.
2 kommentarer:
Kann tað ikki eisini vera øvugt? At lond við góðum kredittvirði hava ráð at hava stóran almennan sektor?
Nú er hatta fyrst og fremst ein viðmerking til greinina hjá Jógvan við Keldu, sum vil vera við, at "almenna veitslan er av", v.ø.o. ov stórur almennur sektor er orsøkin til kreppuna.
Eg vísi so í allari stillheit á, at "Almennar útreiðslur hava so ikki givið londum verri kredittvirði, sum henda mynd vísir."
So tað er ein rættiliga veikur pástandur, "ikki verri" í staðin fyri "betri" kredittvirði.
Eg vísi sostatt ikki á kausalitet. Eg ynski bara, at JvK skal ikki halda lív í eini mytu, sum hann hevur politiska interessu í at dyrka.
Um kausaliteturin tú nevnir er har? Gott kredittvirði gevur londum/stjórnin handlingsfrælsi. Tað kunnu tey brúka til stóran ella lítlan almennan sektor, so leingi kredittvirði er gott.
Send en kommentar