Sider

tirsdag den 5. februar 2013

Vilja fakfeløgini endurskapa trúvirðið?

Eg haldi tað er skeivt, um fakfeløgini ikki heita á Ingeborg Winther um at leggja frá sær í ALS-stýrinum. Hon var partur av tí stýri, ið manglaði dømikraft, tá man vildi sleppa av við Ernst Jacobsen sum stjóra.

Hinir báðir stýrislimirnir fyri løntakarasíðuna hava tikið avleiðingarnar og hava lagt fra sær. Tað kann vera við til at endurskapa álit á í hvussu er fakfeløgini, um ikki ALS-skipanina. Men Ingeborg er eftir og tykist tvíhalda um sessin, hóast hon hevur verið við til somu avgerðir sum Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall.

Tá talan ikki er um ein serfrøðingabólk, so er tað hesin førleikin, almindelig dømikraft, ið má vera avgerandi kriterium at sita í einum stýri ella eini nevnd. Talan er um misskiltan loyalitet móti eini fyrrverandi, legendariskari forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um tað er orsøkin til at fakfeløgini ikki vilja vísa Ingeborg misálit.

Undirtøkan hjá fakfeløgunum kann lættliga standa upp á spæl, um fólk síggja slíkt pamparí fara fram við  borðinum og ikki fáa tær avleiðingar, tað eigur. Hinvegin kunnu fakfeløgini her vera við at seta ein hægri standard enn arbeiðsgevarasíðan tykist gera, ið ikki bara gagnar fakfeløgunum sjálvum, men vónandi við tíðini kann gagna øllum føroyska samfelagnum, við at ganga ímóti og gera upp við pamparíi og nepotismu.

Ingen kommentarer: