Sider

fredag den 15. februar 2013

Tá kreppan rakar búskapin - og fólk

Tá búskapurin er í kreppu, so er mest konkreta avleiðingin, ið vit merkja, ofta at arbeiðsloysið veksur. Og veksur.

Fólk missa arbeiðið ella kenna onkran, ið ger.

Og tá kreppa er í búskapinum, eru fólk tí stúrin um framtíðina. Fólk óttast m.a. at missa arbeiðið. So tey fara at leggja pengar til síðis, fyrireika seg uppá at inntøkan minkar, so at siga. Nýtslan fer niður. Og so varir kreppan við.

Hetta er ikki bara í Føroyum. New York Times skrivaði í síðstu viku um frágreiðing um amerikanska arbeiðsmarknaðinum (grundað á kanning, gjørd sum survey, t.e. spurnarkanning, við gott 1000 fólkum) og hvussu nógv tað telur fyri tey spurdu, at fólk missa arbeiða:
At fólk missa arbeiði hevur ávirkað næstan hvørt einasta amerikanska húsarhald,
skrivar blaðið, og heldur fram:
Átta procent av amerikanarum eru arbeiðsleysir, men næstan fjórði hvør sigur seg hava mist arbeiði minst eina ferð síðani kreppan rakti, sambært spurnarkanningini. Og næstan átta av hvørjum tíggju sigur seg kenna onkran, familja ella vinur, ið hevur mist eitt arbeiði.

Cliff Zukin, professari í politikki og politikkvísindi, ið eisini hevur verið við at gera frágreiðingina, sigur við blaðið, at
Hetta er orsøkin, hví kreppan fyllir so nógv og hevur so stóra ávirkan á fólk. Næstan øll, fýra av fimm, eru antin beinleiðis rakt ella kenna onkran sum er raktur av arbeiðsloysi, og kenna harvið eisini avleiðingarnar av at blíva arbeiðsleysur, fíggjarliga, socialt og sálarliga.


Fólk óttast tað skeiva

Tíverri eru -- eisini á hesum øki -- ikki nøktandi hagtøl í Føroyum, men lat okkum so hyggja til USA. Miðbankin hevur frálíkan hagtalsgrunn við búskaparhagtølum, og sjálvtøkan er lætt at brúka.

Eg havi her niðanfyri teknað gongdina fyri tal av fólki, sum fara úr arbeiði (uppsøgd ella setan gongur út) við bláum og fyri fólk sum fara í arbeiði við reyðum. Teknað er umleið tíggju ár aftur, í hesum føri so langt sum tøl eru fyri. Gráu lodrættu bjálkarnir eru recessiónir (niðurgongd í búskapinum), so tann seinni er núverandi kreppa, sum formliga endaði í seinnu helvt av 2009, men sum vit framvegis merkja avleiðingarnar av:

Byrjaðar og endaðar starvssetanir í USA 2002-2012. Míni val og uppseting.
Kelda: Federeal Reserve Economic Database (FRED).

Tað sum ger grafin serliga áhugaverdan er, at tað síðani kreppuna hava verið heldur færri sum verða uppsøgd enn undan kreppuni (bláu strikan). So trupla støðan á arbeiðsmarknaðinum skyldast, at ov fá fáa arbeiði. Ein lítil toppur var í uppsøgdnum, tá kreppan hevði varað eina tíð, t.e. fyritøkur siga ikki fólki upp beinanvegin, virksemið minkar. Niðurgongdin sæst í nýggjum starvssetanum, og har hevur vøksturin verið sera lítil síðani botnin miðskeiðis í 2009.

Eftir hesum at døma, skulu fólk sostatt ikki óttast at verða uppsøgd. Ella ikki óttast tað meira enn vanligt. Fyritøkur og stovnar hava tillagað (skert) arbeiðsmegina til verru búskaparstøðuna, tað hendi serliga í seinnu hálvu av 2008 og fyrru hálvu av 2009.

Nú bíða øll eftir vøkstrinum. Sum bíðar eftir at fólk halda uppat at stúra fyri at missa arbeiði. Sum í veruleikanum ikki er so stórur vandi.

Hesi hagtøl skuldu kanska verið víst eitt sindur meira. Tað hevði kanska enntá hjálpt uppá búskaparstøðuna.

Og sjálvsagt eisini tilsvarandi føroysk hagtøl. Tey finnast tíverri ikki. Ella rættari, tey finnast, men verða ikki uppgjørd. Og tað er spell.

Tað var tí eg skrivaði til ALS fyri skjótt einum ári síðani og bað tey gera hesi hagtøl. Við teimum tølum eg bað um, bar til at tekna sama graf sum omanfyri fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, og so hevði man havt ómetaliga nógv betri vitan um búskapargongdina enn í dag:
Við bara hesum trimum talrøðunum aftrat tí sum tit longu gera og sum Hagstovan hevur, verður møguligt at fáa nógv betri vitan um búskapargongdina enn man longu hevur. (úr maili til ALS)

At fólk óttast tað skeiva, merkir ikki at tað ikki er orsøk at óttast, tíverri, og heldur ikki at orsøk ikki er at óttast arbeiðsloysi. Tí hóast vandin (í USA) at blíva uppsagdur er minni enn undan kreppuni, so eru avleiðingarnar verri enn undan kreppuni. Undan kreppuni var lætt at finna nýtt starv. Tað er tað ikki í dag.

Ingen kommentarer: