Sider

torsdag den 7. februar 2013

Eru suðuroyingar og sandoyingar bara nøkur grenj?

Fólkateljingin Manntal í 2011 spurdi føroyingar um teirra heilsu, og úrslitini eru við í fyrstu útgávu av uppgerðum (beinleiðis link til pdf), ið kom í hvørt hús í landinum fyrr í vikuni.

Tveir spurningar vóru um heilsuna, tann fyrri var stutt og greitt:

Klipt úr spurnarblaðnum. Kelda: www.manntal.fo

Seinni spurningurin spurdi fólk, um teirra dagliga virki var avmarkað av varandi heilsutrupulleika ella breki.

Hetta er tað vit rópa sjálvrapporterað heilsa, og hóast talan ikki er um nakra diagnosu og hóast svarini ikki kunnu brúkast at forútsiga heilsuútreiðslur í framtíðini, so geva tey áhugaverda vitan um fólkið.

Svarini um heilsuna hevur víst seg hava áhuga millum fólk og miðlar. Eg sá beinanvegin hetta á facebook sama dag úrslitini komu út á heimasíðuna hjá Hagstovuni:

Sámal reagerar á facebook uppá úrslitini av fólkateljingini.

Morgunin eftir tíðindafundin har úrslit vórðu framløgd, vitjaði Jógvan Bærentsen, fakligur leiðari á Manntal, í Góðan morgun Føroyar og har komu teir báðir verturin og hann inn á heilsuna sum eitt av nøkrum evnum, ið vórðu viðgjørd.

Portalurin skrivar eisini nakrar dagar seinni, at Sandoyingar og suðuroyingar ringast fyri.

Í faldaranum verður samanteljing av spurningi E12 løgd fram (s. 10), alt landið samanlagt, umframt hvør sýsla fyri seg. Av tí at aldurssamansetingin í sýslunum er ymisk, er eisini gjørd ein samanteljing fyri hvørja sýslu sær við einans teimum 25-64 ára gomlu. Tað sær soleiðis út:

Suðuroyingar og sandoyingar lata verri at sínari heilsu,
enn fólk aðrastaðni í Føroyum. 

Her er talan um sama aldursbólk (25-64 ára gomul), og kortini lata suðuroyingar og sandoyingar verri at síni heilsu enn fólk aðrastaðni í Føroyum. So vit kunnu spyrja
  • Eru suðuroyingar og sandoyingar bara eru nøkur grenj, ella er heilsan veruliga er verri hjá teimum?
Um heilsan er verri
  • Kann øðrvísi fólkasamanseting forklára munin í heilsu í Sandoy og Suðuroy í mun til restina av Føroyum?
Um øðrvísi fólkasamanseting ikki kann forklára munin í heilsu, so eru vist tveir møguleikar eftir, miljø og arvur:
  • Er tað meira ósunt at búgva í Suðuroy og Sandoynni enn aðrastaðni í Føroyum?
  • Hava suðuroyingar og sandoyingar verri genir enn føroyingar í hinum sýslunum?

Vit hyggja uppá fyrstu tveir spurningarnar. Ella rættari annan spurning, tann fyrsti verður svaraður sum korollar.

Hóast spurt verður (E12 omanfyri) um heilsuna "í mun til aldurin," so hevur aldurin stóra ávirkan á, hvussu fólk svara uppá spurningin, sum víst í faldaranum, s. 11:

Fólk lata verri at sínari heilsu, tá tey blíva eldri.

Men eisini útbúgving hevur ávirkan!

Fólk við víðari útbúgving eftir fólkaskúlan lata betur
at síni heilsu enn tey við einans fólkaskúla.

Men so hevur týdning at hyggja eftir, um útbúgvingarstøði er tað sama í sunnaru sýslunum sum í hinum. Tað er tað ikki, men liggur eitt sindur lægri (s. 15):

Í Suðuroy og Sandoy hava færri fólk enn aðrastaðni í Føroyum útbúgving aftaná fólkaskúlan.
(Hetta er mynd frá Manntal, har eg havi strikað stabbarnar fyri tey sum ikki eru 25-64 ára gomul.)

Og so er tað aldurssamansetingin eisini. Hóast vit her hyggja einans eftir teimum 25-64 ára gomlu, so er aldurssamansetingin innanfyri henda bólkin ikki tann sama. Við at hyggja í hagtalsgrunnin hjá Hagstovuni (talvan: FOLK1ARBYGD10, ið kann gera upp fyri sýslur og 5-ára aldursbólkar) ber til at hyggja uppá innanhýsis aldurssamansetingina í sunnaru sýslunum samanborið við restina av landinum. Fyri at gera tað einfalt fara Suðuroy og Sandoy saman í ein bólk, og restina av Føroyum í hin bólkin. So verður býtt upp millum "undir 50 ár" og "50 ár og eldri" í hvørjum av teimum báðum økjunum:

Aldurssamansetingin av teimum 25-64 ára gomlu er ikki tann sama sunnanfyri og norðanfyri.

Í Suðuroy og Sandoy eru nógv fleiri 50-64 ára gomul í mun til 25-49 ara gomul, tá vit samanbera við restina av Føroyum.


Hvat vísa tølini so?

Hetta byrjaði við, at suðuroyingar og sandoyingar lata verri at síni heilsu enn føroyingar annars, og vit vilja vita, um heilsan veruliga er verri, ella suðuroyingar og sandoyingar bara lata verri at. Vit vita nú eitt sindur meira enn frammanundan.

Vit hava sæð, at aldurssamansetingin av suðuroyingum og sandoyingum -- eisini tá vit einans hyggja eftir bólkinum 25-64 ár -- hevur fleiri eldri fólk í Suðuroy og Sandoy, enn tá vit hyggja eftir Føroyum annars. Vit hava eisini sæð, at millum suðuroyingar og sandoyingar 25-64 ár eru færri við víðari útbúgving eftir fólkaskúlan enn millum føroyingar annars. Bæði verri útbúgving og hægri aldur hongur saman við verri sjálvrapporteraðari heilsu.

Út frá teimum svarum sum eru givin í fólkateljingini um heilsu og útbúgving og út frá aldurssamansetingini í sýslunum kunnu vit sostatt ganga út frá, at heilsan hjá suðuroyingum og sandoyingum veruliga er verri enn í restini av Føroyum.

Um munurin í aldurssamanseting og útbúgving er nóg mikið til at forklára munin er ilt at siga út frá fyriliggjandi tølum, men ein leyslig meting við eygamáli á grafarnar sigur mær, at tað mesta, men ikki alt, kann forklárast við hesum tveimum faktorunum, aldur og útbúgving.

Men av tí at aðrir faktorar enn hesir tveir vit hava hugt eftir eisini kunnu ávirka heilsuna, er ikki orsøk til at sláa alarm um, at tað er meira ósunt at búgva í Suðuroy ella Sandoy enn at búgva aðrastaðni í Føroyum, ella at suðuroyingar og sandoyingar hava verri genir enn føroyingar annars. Hetta úrslit krevur eina "alt annað líka" samanbering ið merkir, at vit samanbera fólk, sum hava sama aldur, kyn v.m. og somu útbúgving o.a., t.e. einasti munur millum persónar vit samanbera er, um persónurin býr í Suðuroy/Sandoy ella aðrastaðni. Tað ber til at gera eina ordiliga "alt annað líka"-samanbering, um man hevur øll dataini frá fólkateljingini, so Manntal kann svara uppá, um svarini í fólkateljingini kunnu forklára verri heilsa hjá suðuroyingum og sandoyingum ella ikki. Tað kemur kanska seinni í ár.

Men sostatt eru suðuroyingar og sandoyingar opinbart heldur ikki bara nøkur grenj. (Vit viðgera heilsu, ikki samferðslu.)

Ein áhugaverdur spurningur er nú, hví fólk við verri útbúgving hava verri heilsu. Er tað tí verri útbúgving gevur harðari og meira niðurslítandi størv, ella liva fólk við verri útbúgving meira ósunt á annan hátt? Mær vitandi er talan um eitt sindur av báðum.

Ingen kommentarer: