Útvarpstíðindi frá morgunstundini av í gjár. Men tað er framhald frá kvøldinum fyri.
Bendir hetta ikki á, at tað sum var gjørt í fjør (ALS-gjaldið lækkað), at tað var ov lítið?
Hvar fær journalisturin hetta frá? Tað sum var gjørt í fjør var ikki ov lítið, men ov nógv. Og ALS-útgjaldslækkingin var skeiv. Ein trygging skal ikki minka dekningin, um fleiri skaðar henda. Og ALS-útgjaldið skal á sama hátt ikki lækka, tí fleiri eru arbeiðsleys. Tað hevur Høgni enntá fingið vitað frá fólki við skil fyri trygging.
Mær vitandi er eingin við innliti í støðuna, sum heldur, at ALS skal lækka útgjaldið enn einaferð. So eg síggi tveir møguleikar: Onkur fyrireikar at koma við slíkum uppskoti, og brúkar Kringvarpið at fyrireika fólk at taka væl ímóti uppskotinum, ella er hetta ein púra uppspunnin søga frá útvarpinum? Bara meira public disservice.
Nú arbeiðsloysi lækkar, eru kanska arbeiðsgevarar, sum vilja halda lønina niðri. Vit síggja jú eisini aðrastaðni, hvussu fjølmiðlar eru hentir idiotar fyri arbeiðsgevarar.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar