Fyrst var tað Kaj Leo, sum strikaði meg sum vin á facebook, hart og brutalt. (Leivur viðmerkti eisini.)
So eg visti, at eg var ikki Kajsarans vinur. Men allíkavæl!
Nú er tað Jørgen Niclasen, sum ikki vil hava meg í Búskaparráðið. Eg skilji einki. Eg havi enntá roynt at smigra við at skriva, at "Føroya behøvast ikki hava Landsbankan: tjekka bara linkið.
Er tað nakað eg havi sagt ella gjørt. Ella skrivað? Also hetta var bara meint sum skemt:
Eg skrivaði á facebook í kvøld:Kelda: Eitt sindur um skattatrýstið. |
Eg eri stórliga yvirraskaður, at Jørgen ikki hevur valt meg í Búskaparráðið :)
Har fekk eg nógvar stuðlandi viðmerkingar. Takk, tær hjálpa í hesi sváru tíð.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar