Sider

onsdag den 6. februar 2013

Úti ella heima - tað er trupult at spáa um búskapin

IMF kom við skeivari búskaparráðgeving í 2010. Hetta ásannaði stovnurin á vári 2012, og fekk rættað upp uppá tað í nýggjum tilmælum á heystið 2012, sum eg skrivaði um herher og her. Móti árslok kom IMF eisini við nýggjum útrokningum av multiplikatorum, sum eg eisini skrivaði um avleiðingarnar av.

Óheftir búskaparfrøðingar, typist universitetsøkonomar, vístu seg at raka nógv betri í sínum metingum enn IMF. Fleiri búskaparfrøðingar skriva bloggar, og havi eg links til fleiri teirra úti til høgru her á mínum bloggi.

So ráðgevingin hjá IMF var skeiv aftaná at kreppan rakti. Men hvussu var so við ráðgevingini áðrenn kreppan veruliga rakti?

Einki serligt heldur! Í apríl 2007 metti IMF í World Economic Outlook:
Notwithstanding the recent bout of financial volatility, the world economy still looks well set for continued robust growth in 2007 and 2008. While the U.S. economy has slowed more than was expected earlier, spillovers have been limited, growth around the world looks well sustained, and inflation risks have moderated. Overall risks to the outlook seem less threatening than six months ago but remain weighted on the downside, with concerns increasing about financial risks.

Tað var nakað sama mynstur, vit sóu í Føroyum, tá kreppan rakti. Metingarnar frá stovnum sum Landsbankin, Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið vóru skeivar. Tey fóru í skuldarfellupanikk. Betri metingar og ráð komu frá einstaklingum sum Johnny í Grótinum og Hermann Oskarsson.

Johnny segði (sum endurgivið her) um meting hjá Landsbankanum í apríl 2009:
"forferdiligt tvætl".

Tað var í tí frágreiðingini, Landsbankin ávaraði um, at fíggjarlógarhallið, sum framskrivingar mettu til 800 mió kr, mátti ikki vera størri enn 500 mió kr fyri at varðveita kredittvirðið -- og mælti til at tátta í. Tvørturímóti helt Johnny, at kredittvirði landsins kundi fáa óbøtaligan skaða, um landsstýrið
"í andsøgn við alt búskaparligt vit og skil"
framdi ein kontraktivan fíggjarpolitikk, meðan privati eftirspurningurin var í minking, og hann vísti í Sosialinum á at landið hevði eina nettoogn uppá 2 mia kr, ið landið kundi brúka til at halda búskapin koyrandi. Burturúr hesum fekk Sosialurin yvirskriftina "Búskaparfrøðingur: Tømið landskassan!" og setti hana á forsíðuna. Sosialurin helt sikkurt, at hetta vísti at økonomar eru ábyrgdarleysir, men veruleikin er, at tilmælið var akkra tað rætta.

Tá Fíggjarmálaráðið, sum fyrireikaði ein kreppupakka (sokallaði ólavsøkupakkin: her og her) sum skuldi bæði spara og skapa vøkstur í senn, tíðliga spældi út við uppskoti um lønarsteðg við afturvirkandi kraft (t.e. longu avtalaðar lønarhækkanir skuldu annullerast), mælti Hermann staðiliga frá og segði, at kontraktivur fíggjarpolitikkur samstundis sum kraftigur niðurgangur er í búskapinum fer ikki at minka um hallið á fíggjarlógini, og kanska øvugt. Hermann skrivaði tá eisini grein í Sosialin har hann greiddi frá búskaparfrøðini aftanfyri: The Paradox of Thrift.

Í kjaki á internetinum mælti eg -- á ólavsøku: 28 juli -- eisini Løgtinginum til at fella ólavsøkupakkan, tí
alt tað stimbrandi er longu samtykt, og tí atkvøður man reelt bara fyri tí tálmandi partinum.

Í øllum førum bleiv ólavsøkupakkin ikki til nakað. Men búskaparkjakið varð skeiklað í fleiri ár frá 2009 av og fram, serliga eftir frágreiðingina hjá Búskaparráðnum á heysti í 2009. Umframt at talan var um eina tunna analysu, so varð henda frágreiðing eisini misbrúkt av m.a. Vinnuhúsinum.

Ikki fyrr enn í 2012 kom búskaparkjakið aftur á beint eftir at skuldarfelluhysterikarar høvdu dominerað síðani 2009. M.a. greinin Vilstar bókhaldarar hjá Hermanni hevði týdning, og kanska hevði onkur grein hjá mær eisini ávísa positiva ávirkan. Tragedian í hesum er so, at tørvurin á stimbrandi búskaparpolitikki er ikki longur tann sami hann var í tíðarskeiðnum 2009-11, tá skuldarfelluhysterikararnir høvdu alt ræðið á búskaparkjakinum, serliga tí arbeiðsloysi er lækkað, tó tað í stóran mun er vegna fráflyting og uttanlandsarbeiði. Men sum mótvekt móti samgonguni hevur tað kortini positivan týdning, at javnvág er komin í búskaparkjakið aftur. Annars er vandi fyri, at tað eydnast samgonguni framhaldandi at gera skuldarkreppuna verri enn neyðugt (við ófíggjaðum skattalætta og ókeypis fiskirættindum) og brúka tað sum umbering at skerja vælferð og neyðugar almennar tænastur.

Tað er trupult at spáa, eisini um búskap. Soleiðis er tað bara! Tí taki eg ikki so tungt, at IMF úti og FMR o.o. heima mettu so skeivt um búskapargongdina í 2007 og 08. Men verri er, at ráðgevingin og tilmælini vóru skeiv.

IMF hevur sum nevnt rættað upp uppá sína ráðgeving. Men neyðugt er eisini við eini eftirmeting í Føroyum, sum kann vera henda: Hvussu ber tað til, at Búskaparráðið í 2009 kom við metingum og tilmælum, sum vóru høvuðsatvoldin til at trupult var at hava skilagott búskaparkjak í fleiri ár og harvið gjørdu búskaparkreppuna verri enn neyðugt og verri enn hon annars hevði verið? (Eg havi hug at bera eitt sindur yvir við Landsbankanum her, tað er (var) so at siga teirra uppgáva at vera stúrin um gongdina, meðan Búskaparráðið eigur ikki taka slíkar atlit í sínum analysum.)

Í 2009 var ikki bara eitt sera keðiligt tíðspunkt at koma við frágreiðing, ið førdi til kontraktivan fíggjarpolitikk, tað var eisini um nakað tað árið, har tað skuldi verið mest innlýsandi fyri øllum við búskaparligum skili, at tað var ikki kontraktivan men ekspansivan politikk, Føroyar høvdu tørv á.

nýtt Búskaparráð er valt (og tíverri við einum afturvali ímillum) hevði kanska verið hóskandi at nýggja Búskaparráðið hugdi aftur uppá gomlu metingarnar og tilmælini, og gjørdi sær sína meting av, hvussu man kundi fara so skeivur í 2009. Kanska kann tað viðvirka til at forða fyri, at nýggja Búskaparráðið ger líka stórar brølarar sum tað gamla.

Tað hevur týdning at viðurkenna, at búskaparráðgevandi stovnar góvu ikki nóg góða ráðgeving, tá kreppan rakti. Men tað hevur eisini stóran týdning at staðfesta, at økonomar vóru, sum sóu betur, hvussu støðan var, og komu við skilabetri ráðum. Tað er serliga gleðiligt, at ikki bara úti í heimi, men eisini í Føroyum vóru økonomar, sum komu við skilagóðum tilmælum, tá ráðgevandi stovnarnir ikki gjørdu.

Ingen kommentarer: