Pensum í ísraelskum og palestinensiskum skúlum er kannað og er ein frágreiðing komin av úrslitinum. Amerikanska stjórnin hevur fíggjað kanningina.
Kanningin umfatar 30 000 síður av teksti, og staðfestir, at bæði í Ísrael og Palestina inniheldur undirvísingartilfarið í skúlanum nógva negativa umrøðu av fólkinum í hinum partinum í stríðnum, og umrøður hitt fólkið sum fíggindar. Børnini læra at hata hvønn annan longu í skúlanum -- um ikki fyrr.
Ísraelska stjórnin avvísir kanningina. Hóast kanningin vísir, at støðan er verri (meira hatursfylt pensum) á palestinensisku síðuni, so var palestinensiski forsætisraðharrin, Salam Fayyad, ikki avvísandi, men hevur biðið um hjálp at gera betri undirvísingartilfar.
Tá talan er um læribókatekstir, sum ísraelski staturin hevur útgivið, eru 49 pct av tekstunum um palestinensar negativir. Men er talan um ortodoksar jødiskar útgávur eru 73 pct av tekstunum um palestinensar negativir. Í palestinesisku læribókatekstunum er teksturin enn oftari negativur um ísraelar: í 84 pct av førunum, har ísraelar verða umrøddir, er umrøðan negativ.
Á báðum síðum finnur kanningin tekstir sum umrøða martýrium positivt. Báðar síður glorificera seg sjálvar og niðurgera hin partin.
Harumframt viðurkenna tey ikki fult út at hin parturin yvirhøvur er til: Í 87 pct av landakortunum í ísraelskum læribókum er palestinskt øki ikki avmerkt. Í 96 pct av palestinskum landakortum er Ísrael ikki avmerkt.
Kelda: Teaching children to hate each other (The Economist).
Ingen kommentarer:
Send en kommentar