Sider

fredag den 8. februar 2013

Tjóðveldisflokkurin um "fólksins ogn"

Á kyndilsmessu hevði Tjóðveldi fund í Skálavík um fiskivinnuna og aðalstjórnin og tingmanningin staðfesta:
  • At virðini av livandi tilfeingi føroyinga eru so týðandi, at tey eru grundarlag fyri varandi búskaparvøkstri, vælferð og nýggjum møguleikum hjá núverandi og komandi ættarliðum.
  • At verandi fiskivinnupolitikkur hevur undirgrivið upprunaligu endamálini við lógini um vinnuligan fiskiskap, bæði tá ið ræður um stovnsrøkt og um møguleikarnar hjá manningum, vinnu og samfelagnum øllum at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.
  • At politisk útluting av rættindum til úrvald hevur elvt til spekulasjón og keyp og sølu av fólksins ogn, soleiðis at stórur partur av flotanum og rættindunum er savnaður á fáar – og í stóran mun útlendskar – hendur.
  • Rættindini og virðini verða drigin úr føroysku vinnuni og úr føroyska samfelagnum.

Flokkurin mælir til at savnast um hesar grundreglur:
  1. At alt livandi tilfeingi undir Føroyum og tey rættindi til tilfeingi, ið Føroyar hava samráðst seg til, eru ómissandi ogn Føroya fólks.
  2. Tryggjast skal størst møguligt og varandi avkast til manningar, vinnuna og samfelag.
  3. Ongin einstaklingur hevur rætt at selja tað, sum hann ikki eigur. Tí má privat keyp og søla av fiskiloyvum og fiskirættindum steðgast beinanvegin.
  4. Allir føroyingar skulu tryggjast javnbjóðis rætt til atgongd til tilfeingið eftir einum skipaðum marknaði.
  5. Grundleggjandi broytingar í ásetingum um ogn Føroya fólks skulu leggjast til fólkaatkvøðu.

Okkurt av hesum -- soleiðis sum eg skilji tað í hvussu er -- skal helst lúkast burtur, tá ein nýggjur fiskivinnupolitikkur skal setast í verk. Men høvuðsboðskapurin í útmeldingini hjá Tjóðveldi er avgjørt á rættari leið. Eg havi áður skrivað um Javnaðarflokkin og teirra nýggja fiskivinnupolitikk, ið er grundaður á økta kapping.

Tað eiga vera nøkur í samgonguni eisini, ið taka undir við hesum princippum heldur enn korrupta politikkinum hjá Fólkafl sum hevur koyrt Føroya land á heysin (tá vóru aðrir flokkar við at føra fólkaflokspolitikk) og fer at gera tað aftur, um Fólkafl fær sín vilja.

Les kanska eisini eitt kollektivt hjartasuff um orðaval tjóðveldis.

Ingen kommentarer: