Hóast heitið búskaparfrøðingur verður brúkt sum felagsnevnari fyri bæði samfelagsbúskaparfrøðingar og virkisbúskaparfrøðingar, er sera lítið samband millum tað, sum hesir báðir takast við. Tey fyribrigdi, sum gera seg galdandi fyri heilar vinnur ella alt samfelagið undir einum á aðrari síðuni og fyri ta einstøku fyritøkuna á hinari, eru so ymisk, at læra um virkisbúskaparlig viðurskifti gevur stórt sæð einki innlit í samfelagsbúskaparlig viðurskifti og øvugt.
eingin, sum situr í Búskaparráðnum, heldur, at marknaðurin er Gud
sum ein blaðmaður á Sosialinum hevði fingið fatan av eftir at hava lisið seinastu búskaparráðsfrágreiðingina.
Hinvegin eru nógvir av vanligu tankunum hjá almenninginum um samfelagsbúskaparlig viðurskifti bygdir á ideologi, sum ikki heldur til eina nærri gjøgnumgongd. At »vit liva av fiskivinnuni« og aðrar slíkar grundhugsanir eru ideologiskar. Tær eru ikki bygdar á vísindaligar greiningar, men bara á at »tað vita øll« og »abbi segði altíð…«.
Eg havi fyrr (t.d. her, her, her, her, her, her, her, her, her og her) forklárað, at munur er á samfelagsbúskapi og privatbúskapi (vinna ella húsarhald), og eisini hava samfelag og vinna ofta ymisk áhugamál, og tí eiga miðlarnir (um teir skulu vera public service) vísa neyðug atlit, tá vinnulig umboð sleppa fram at mikrofonini. Jóannes vísir á enn eina orsøk:
Tá »umboð fyri vinnuna« úttalað seg um samfelagsbúskaparlig viðurskifti í fjølmiðlum og aðrastaðni, tosa tey sjálvsagt út frá tí forstáilsi, sum teirra útbúgving í virkisbúskaparfrøði ella royndir í ymsum fyritøkum hava givið teimum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar