Sider

søndag den 3. februar 2013

Halgir Winther Poulsen eigur halda seg til løgfrøðina

Í Sosialinum fríggjakvøldið sigur ‎Halgir Winther Poulsen:
nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki

Hatta er púra rætt!

Men so fer Halgir inn á eitt øki, sum hann ikki hevur forstand uppá, búskaparfrøði, og sigur víðari:
Áramálið skal sjálvandi vera ymiskt, alt eftir hvussu kapitalkrevjandi tann ávísi fiskiskapurin er. Sjálvandi skal vera munur á, um talan er um fiskiskap við stórum og dýrum skipum eftir uppsjóvarfiski ella toski í Barentshavinum, ella talan er um útróður á Norðhavinum.

Hetta er fullkomiliga irrelevant. Tað er als ikki neyðugt at taka hædd fyri, hvussu kapitalkrevjandi skipaíløgurnar eru, og hvussu leingi loyvini skulu vara. Íløgur í skip og keyp av fiskirættindum er hvør sítt, um man velur at gera tað. Og tað hevði verið tað skilabesta, ti tað eru júst langtíðarloyvini, ið hava gjørt, at vinnan er skuldarbundin langt upp um virðið á skipinum.

Tað er fiskivinnupolitikkurin sum ásetir, at fiskirættindi eru langtíðarvarandi, og harvið eru eitt aktiv, sum -- eins og øll aktiv, ið kunnu skapa ein pengastreym yvir langa tíð -- eisini skapar boblur í fiskivinnubúskapinum. Hetta skaðar aktørarnar í fiskivinnuni, og tá fiskivinnan er so stórur partur av búskapinum, skaðar tað allan búskapin og øll sum búgva í Føroyum.

Men hesum kann man -- sera lætt -- sleppa undan við at avtaka langtíðar fiskirættindi! Fiskirættindi (tað kann vera -dagar ella -kvotur) kunnu vera sum olja, proviantur, agn o.a., sum Jóannes Jacobsen vísir á facebook:
Strika alt sum eitur fiskiloyvi, ið bara er ein stórur posi av fiskidøgum til nógv árs brúk. Sel ístaðin fiskidagar í smáum nøgdum á eini væl skipaðum almennari uppboðssølu, ið er opin nakrar ferðir um vikuna. So kann reiðarin keypa fiskidagar til ein túr í senn, á sama hátt sum hann keypir olju, proviant og líknandi til ein túr í senn heldur enn at keypa olju, proviant og annað fyri fleiri ár í senn. Keyp av neyðugu fiskidøgunum verður so fíggjað yvir vanliga raksturin á sama hátt sum keypið av olju, provianti osfr.
Sostatt er ikki neyðugt hjá reiðarum at lána stórar upphæddir til at keypa eitt aktiv, sum kallast fiskiloyvi, ið skal avskrivast yvir nógv ár. Tá tørvurin hjá reiðarum at lána nógvar milliónir til at keypa eitt fiskiloyvi sostatt ikki eksisterar longur, so eksisterar tørvurin hjá peningastovnunum at fáa veð í fiskiloyvum heldur ikki longur.

Tað er sera gott, at Halgir hevur verið alment frammi og víst á, at veruliga avleiðingin av uppritinum hjá Jacob Vestergaard er, at fólksins ogn verður avhendað til útvaldar einstaklingar. Men hann eigur at halda seg til løgfrøðina. Búskaparfrøðina skulu vit búskaparfrøðingar nokk greiða frá.

Ingen kommentarer: