Sider

onsdag den 20. februar 2013

Kjak í Klaksvík: Toppfundur á Torradøgum

Norðlýsið hevur hitað upp gjøgnum dagin. Og Kringvarpið sendi í útvarpinum frá fundinum. Tað var toppfundur, skrivar Norðlýsið. Og lív var í. Og Heini O. Heinesen í øðini.

Jón Brian í Miðlahúsinum og Óluva í Kringvarpinum stýrdu kjakinum. Tey høvdu býtt kjakið upp í fýra høvuðsspurningar.

Her varð lurtað. Og viðmerkt á facebook so hvørt, tað kemur her fyrst:


Fyrsti spurningur er, um loyvini skulu hava tíðaravmarking.

Eg haldi nei. Óendalig loyvi er tað rætta.

Men øll skulu fáa loyvi, sum ynskja tað, um tey bara uppfylla nakrar generellar treytir. Tað skulu ikki vera loyvini, ið avmarka atgongdina til vinnuna, tí tað gevur politiskt stýrda vinnu. Avmarkingin skal koma frá kappingini á marknaðinum við fiskirættindum (dagar og kvotur), og avmarkingin er einfald: Er tú ikki kappingarførur, verður tú útkonkurreraður.


Spurningur tvey í fiskivinnukjakinum: Hvussu nógv umsetiligheit skal vera?

Umsetiligheit er irrelevant, tá øll fáa loyvi, sum ynskja. Loyvini hava einki søluvirði.

Keyptir dagar og kvotur á uppboðssølu eigur man altíð at kunna lata inn aftur. Hesi rættindi skulu vera tíðaravmarkað, og detta tí eisini burtur eftir ávísa nærri ásetta tíð.


Triði spurningur í fiskivinnukjakinum: Fiskivinnan til gagns fyri hvønn?

Sjálvsagt skal fiskivinnan vera til gagns fyri tey sum virka í fiskivinnuni. Fyrst og fremst, fyri ikki at siga einans. Tað er jú endamálið hjá teimum við at fara inn í fiskivinnuna, at tey vilja hava gagn av tí.

Fólksins ogn (fiskatilfeingið) skal koma fólkinum til góðar gjøgnum fult gjald (t.e. marknaðarprís) fyri rættin at gagnnýta tilfeingið. Men fiskivinnan (virðisøkingin í vinnuni) skal koma teimum sum virka í fiskivinnuni til góðar. Skipaeigarar og fiskimenn býta hetta sambært sáttmála um hýrurnar.


Fjórði spurningur í fiskivinnukjakinum er um útlendskur kapitalur skal vera í fiskivinnuni.

Eg síggi ikki problemið. Tvørturímóti. Føroysku bankarnir eru sum kunnugt alt ov dýrir, og at loyva útlendska fígging at kappast við føroyska kann bara vera ein fyrimunur.

Ingen kommentarer: