Sider

lørdag den 16. februar 2013

Um trý uppsløg á facebook

Fyrst í árinum slóg ein vinkona hesa myndina á veggin hjá mær á facebook

No Hope For Human Race
og spurdi:
Kennir tú teg aftur? >:)
(Eg skilji ikki hasi teknini aftaná spurnartekin, men tey vóru við uppslagnum.)

Síðstu trý uppsløgini eg havi gjørt á facebook hava uppá ein máta verið ein roynd av hasum. Sjopping fær fólk vanliga at hugsa klædnakeypt, haldi eg, men her verður so dømi við matkeypi:

Í dag havi eg gjørt tvey uppsløg við stuttum millumbili.

Tað fyrra var blogggrein um fíggjarlógarhallið, nú samgongan sambært útvarpinum arbeiðir við fíggjarkarmunum fyri 2014. Uppslagið á facebook hevur fingið 3 Likes og 0 viðmerkingar.

Tað seinna, eina løtu seinni, var ein ironisk viðmerking um kjøtgøluna í Europa, sum hevur fingið ta løgnu vend, at trot á hestakjøti. Henda viðmerking hevur fingið 14 Likes, 2 viðmerkingar, og er deild víðari.

Hetta er ikki bara tilvild. Í gjárkvøldið, ella skjótt eitt samdøgur síðani, skrivaði eg blogggrein um arbeiðsloysi og arbeiðsloysishagtøl, sum eg slóg upp á facebook1 persónur hevur Like'að. Og fá hava lisið greinina í mun til tað vanliga. (At X faktor var í gjárkvøldið er nokk ein partur av frágreiðingini.)

Endamálið við hesum blogginum er fyrst og fremst, at lesarar skulu læra eitt sindur um búskaparfrøði. Eitt sindur sum Thomas Blackman segði við ein av sínum sangarum í fyrsta Live sending: "Du er her ikke for at sælge noget. Du er her for at give."

Hóast idealið sostatt er public service, vil eg sjálvsagt fegin, at fólk lesa greinarnar. Eg havi hildið facebook hevur verið eitt gott stað at gera vart við greinarnar. Men har hevur sjopping opinbart størri áhuga...

Ingen kommentarer: