Aftur! Tí eg havi faktisk endurgivið Jacob Vestergaard fyrr, har hann viðgongur, at hann ikki arbeiðir fyri Føroya land, men heldur umboðar fiskivinnuna. Tá Havstovan hevði móttøku í sambandi við stjóraskifti í 2010, so segði JV:
í almenna rúminum kann tað meira enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýrismaðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við
Nýggja dømi er samrøða við JV í Sosialinum, og í greinini "Øll vilja sleppa har, sum pengar eru at tjena júst nú" verður hann endurgivin fyri -- avgjørdur -- at siga:
Eg veit væl, at øll vilja sleppa inn, har sum tað eru nógvir pengar at tjena júst nú. Tað er natúrligt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Henda tráan elvir til trýst og krav um atgongd til fiskivinnuna. Men hetta er ikki eitt atlit, ið eg kann leggja fiskivinnupolitikkin eftir
Veit JV ikki, at tað er Føroya fólk, sum rindar hansara løn?
Komiskt er ikki nóg sterkt orð longur, tí serliga tá vit seinni í somu grein síggja, at:
Ein grundarsteinur undir fiskivinnunýskipanini hjá Jacobi Vestergaard er at skapa størri umsetiligheit í vinnuni.
- Ja, tað skal í nógv størri mun bera til at samanseta veiðirættindini. Hví skal ein reiðari vera bundin at einum ávísum fiskiskapi, um hann sær møguleika fyri at tjena pengar í øðrum fiskiskapi og harvið fáa eitt bein afturat at standa á, spyr landsstýrismaðurin og tveitir aftur argumentið um tryggu karmarnar fyri vinnuna á borðið.sæst, at tað skal bara verjast ímóti kapping útifrá.
Føroya fólk, herundir komandi ættarlið, skal ikki sleppa framat. JV ætlar, at fiskatilfeingið skal forerast til teirra, sum av tilvild eru í vinnuni beint nú. Jú nøkur í komandi ættarliði sleppa uppí part: um tey arva fiskiloyvi. Men JV vil skapa ein lukkaðan felagsskap, har núverandi reiðarar fordeila tilfeingi sínamillum.
Tað burdi ikki borið til, at ein sum er landsstýrismaður í fiskivinnumálum -- og er við síni fullu fimm -- kemur við slíkum ætlanum. Rindar onkur JV meira enn lønin frá Føroya fólki?
Eg haldi ikki eg veit ein annan máta at siga tað uppá og sum er meira beinrakið enn henda viðmerking hjá Jóannesi Jacobsen á facebook, so eg endurgevi hana:
Í øllum framkomnum londum er fremsta atlitið í vinnupolitikkunum at geva rúmd fyri so harðari vinnuligari kapping sum gjørligt. Hetta soleiðis, at tað altíð eru tey dugnaligastu, sum eru í tí einstøku vinnuni, og soleiðis, at tey, sum til eina og hvørja tíð eru í vinnunu, noyðast at kýta seg mest møguligt fyri ikki at missa sítt pláss til onkran vinnuligan avbjóðara. Hetta er motorurin í einum sunnum samfelagsbúskapi. Jú harðari kapping, jú størri vinnuligur motorur og jú størri samfelagsbúskaparligur framburður.
(...) sjálvandi kann landsstýrismaðurin leggja fiskivinnupolitikkin eftir atliti til at skapa rúmd fyri so harðari vinnuligari kapping sum gjørligt í fiskivinnuni. Men hann velur heldur at leggja fiskivinnupolitikkin eftir einum atliti til verandi reiðarar, ið sjálvandi vilja hava so lítið av kapping sum gjørligt.
Fær landsstýrismaðurin sítt ynski ígjøgnum, so verður úrslitið ein vinnuligur motorur í føroyska samfelagsbúskapinum, ið ikki sleppur at arbeiða fyri meira enn hálvari megi. Harvið fara føroyingar framhaldandi at hava ein samfelagsbúskap, ið ikki gevur borgaranum nær námind ta vælferð, sum eitt sunt vinnulív kann bjóða. Men verandi reiðarar fáa "tryggleika", og tað er opinbært tað einasta, sum telur.
Eitt er, at Fólkafl og Jacob Vestergaard eru á ránsferð og teirra mál er at Føroya fólk skal missa fiskatilfeingið, ið er fólksins ogn, tí tað skal latast til ein útvaldan skara av reiðarum. Men at Føroya fólk rindar løn til Jacob Vestergaard er sum at koyra salt í eitt opið sár. Hetta er jú ikki bara at vera til grin, men sum danir siga at vera til grin for egne penge.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar