Sider

lørdag den 16. februar 2013

Stutt um timing av sparingum

Fíggjarmálaráðið fyrireikar fíggjarkarmar fyri 2014.

Jørgen Niclasen sigur við útvarpið:
málið hjá landsstýrinum er framvegis, at javnvág ella eitt lítið avlop skal vera í fíggjarlógini fyri 2016. Og tað er framvegis ein stór avbjóðing
(...) Lata vit bara standa til, verður hallið í fíggjarlógini okkurt um 200 milliónir krónur um árið øll árini, 

Føroyski búskapurin er 13 mia kr. Um búskapurin veksur bara 5 pct um árið nominelt, so veksur búskapurin meira enn 600 mió kr um árið, og harav vaksa almennu inntøkurnar (við verandi skattatrýsti) við meira enn 250 mió kr um árið. So lat hallið fáa frið.

Lat hallið fáa frið til búskapurin nærkast ovurhiting. Tá kunnu hasar 200 mió kr skerjast uttan at skaða búskapin. Sum er stríðast Føroyar við fráflyting, og tí er tíðin ikki at skerja eitt hall, sum á ongan hátt er hóttan móti fíggjarliga haldførinum. Og tak tí heldur neyðuga tíð at fyrireika og fremja reformar í staðin fyri at brúka pleniklipparan.

Og so má eg endurtaka: At hava avlop á fíggjarlógini sum eitt mál er framvegis líka skeivt sum tað altíð hevur verið. Avlop kemur av sær sjálvum í hákonjunkturi, um finansirnir eru í langtíðar javnvág, t.e. haldførir. Sjálvt um man hevur skuld (sum almennu Føroyar stórt sæð ikki hava) er avlop ikki eitt skilagott mál at seta, tá er betri at lata búskaparvøkstur og inflatión, umframt avlop í hákonjunkturi gera tað sum skal til at minka skuldina.

Ingen kommentarer: