Sider

lørdag den 9. februar 2013

FAS og nýggja linjan hjá Kringvarpinum?

Journalistikkurin í Kringvarpinum skal vera meira positivur. Nakað soleiðis varð sagt í Góðan morgun Føroyar í vikuni.

Tað var kanska nýggja, positiva linjan vit sóu í einum innslagi um skattaundantaksskipanina FAS í kvøld:

Dagur og vika ger ta niðurstøðu, at FAS er gott fyri føroyska búskapin.

Tað næsta verður kanska, at sjúka verður lagt fram positivt sum arbeiðsskapandi. Tað eru tær í sjúkraviðgerðarvinnuni (og eingin grund er at mótrokna sjúkradagar hjá tí sjúka), eins og ein skaðaódn gevur handverkarum arbeiði, men tá búskaparfrøðingar vísa á økt virksemi eftir skaðaódnir, so er ikki neyðugt at greiða frá, at tað ikki er gott uppá vanligan máta, men meira uppá "einki-er-so-ringt-at-tað-ikki-er-gott-fyri-okkurt"-mátan. Tí tað skilja fólk.

Tá man hyggur eftir avleiðingunum av serligum skattaskipanum fyri útvaldar vinnur, so ber ikki til at konkludera, at skipan er gagnlig fyri búskapin út frá, at tann stuðlaða vinnan hevur vøkstur, tí stuðulin skal so ella so rindast av øðrum vinnum í samfelagnum, og tískil kemur hesin vøkstur uppá bekostning av minking í øllum øðrum geirum. FAS merkir, eins og hinar skattaundantaksskipanirnar, at aðrar vinnur skulu rinda meira í skatti enn tað sum hevði verið neyðugt, um øll rindaðu sama skatt.

Eg skrivaði soleiðis á facebook:
Eg haldi, at um Kringvarpið ("public service") skal gera eitt innslag um FAS, so áttu tey at víst, hvussu dýr skipanin er fyri samfelagið, heldur enn hvussu glað tey eru á kontórinum, sum hevur til uppgávu at reklamera fyri skipanini, og hvussu deiligt tað er hjá summum at sleppa undan at rinda skatt.

Fleiri reaktiónir komu.

Óli Hans Hammer Olsen:
Hvar hevur KVF sent um FAS??
FAS skapar eini 5 ársverk í privatari vinnu mást tú minnast til. Politikararnir hava avskeplað skipanina so nógv, at hon kann ikki gerast veruligt vinnualternativ.
Flóvin, føroyingar kunnu ikki nýta hana, well?
Sum eg hoyrdi tað í innslagnum, var tað vinnustuðil til útlendsk reiðarí
Nadoyds negativt vroevl tit koma vid

Óli Hans Hammer Olsen:
Tíverri er í hvussu er Flóvin ikki negativur. FAS skipanin kostar Føroyska skattgjaldaranum pening. Størsta orsøkin er politisk avskeplan síðani 2009. Men størsti trupulleikin er, at politikararnir far fram eftir fummum sum hentir býttlingar hjá útlendskum kapitaláhugamálum, sum vilja brúka FAS til at menna sína egnu vinnu, føroyingar rinda teimum stuðul. FAS hevur í besta føri skapt 5 privat arbeiðspláss á landi í Føroyum, sum ikki vildu verið her, um FAS ikki var. Síðani Børt Samuelsen í 2008 setti ferð á menningina av FAS, hevur hendingagongdin síðani 2009 verið, at skipanin er meira og meira farin at líkjast gomlu høgleikafløgguunum, sum ikki hava fólk, at reka eina skipaskráseting. Samstundis verður skotið út í bláa luft um kvalitet, men man vil ikki hava ta volumen í, sum skal til, fyri at FAS skal gerast kommersielt burðardygg. Ein rúgva av góðum pengum verða grýttir eftir FAS, uttan at nakað fæst afturfyri.

Jákup Magnussen:
ÓHHO, kanst tú forklára nærri... volum og kommersielt burdardygg, hvussu kann tað best gerast?

Óli Hans Hammer Olsen:
Fyri tað fyrsta við at seta aldursmarki úr gildi. Aldursmarkið verður tilvildarliga umsitið og er ein forðing fyri vulumen og ikki minst hjá føroyingum at byrja reiðara virksemi undir føroyskum flaggi.
Síðani brúka eykagjaldið (skattin) til at stýra so, at tað avgjørt skal loysa seg at leggja fyridting av reiðaríum í Føroyum, sum t. d. Thor í Hósvík, Skansi, Smyril Line og fleiri av sandbátunum gera. Tað triðja er at fara í holt við "quality shipping" og melda tað greitt út.. Verður tað gjørt, eru stórir møguleikar fyri, at nógv fultskattaði vællønt størv verða á landi í Føroyum, umframt at tey eru vitanartung. Tað er smekkfult av navigatørum og maskinmeistarum í Føroyum at røkja størvini, sum hava vitanina. Vitanin verður sum er útflutt til Noregs og Danmarksr fyri óskattaðar lønir. Vitan um sjóvinnu er nógv eftirspurd, og rakna vit ikki við, koma vit at selja hesa vitan sum bíliga arbeiðskraft til India og Kina um 20 ár.
Skaðin, sum er hendur, serliga av aldursmarkinum er kortini so stórur, at tað verður ein stór uppgáva at bøta hann aftur.
Eitt annað, sum kundi verið gjørt, er at útlisitera ( privatisera) FAS, á líknandi hátt sum t. d Bahamas, Marshall Islands og Liberia, men til eitt føroyskt felag, tí tað finst fólk við bæði vitan og førleikum til at umsita slíkt í Føroyum.

Bui Tyril:
Eg havi inntrykk av at raettiliga mong eru samd har. Vonandi ber til at raetta skutuna upp sum skjotast.

Óli Hans Hammer Olsen:
Ja Búi, áhugavert hevði verið at fingið búskaparfrøðingin í gongd við hvassa penninum.

So var eitt sindur av undirtøku kortini. Men ikki sum eg ætlaði.

Eg haldi føroysk vinna á sjónum skal venja seg við, at man rindar sama skatt sum aðrir borgarir í Føroyum. Tí tað hevði verið gott fyri føroyska búskapinum.

Ingen kommentarer: