Sider

søndag den 3. februar 2013

Kjak um europeiska identitetskreppu í Deadline á DR2

Kjak beint nú í Deadline á DR2 (byrjar eftir 7:30) um identitetskreppuna í Europa. Sjálvsagt snýr tað seg eisini um politikk, men man kann forklára øgiliga nógv við økonomi. Stutt sagt er hetta tað:

Týskand kom ikki úr tí drúgvu kreppuni eftir samanleggingina fyrr enn eitt boom í Suðureuropa økti týska útflutningin. Týska samanleggingin hevði oyðilagt kappingarføri hjá týskum fyritøkum, ein trupulleiki sum ikki bar til at loysa í Tysklandi einans. Teir reformar sum Týskland framdi, hjálpa Týsklandi í dag, men vóru ikki við til at fáa Týskland úr sínum lágkonjunkturi.

Tað er øgiliga lætt at tosa um ábyrgdarleysar suðureuropeiskar stjórnir, men tað loysir ongar trupulleikar, og forklárar faktisk eisini rættiliga lítið av trupulleikunum, sum Europa hevur at stríðast við. Tí er vigtugt at minna á, hvussu Týskland kom úr sínum trupulleikum.

Nú eru mong suðureuropeisk lond í somu støðu, sum Týskland var í. Týskland skal ikki bara veita hjálp (so sum lán) til Suðureuropa og annars krevja at tey loysa trupulleikarnar við innanlands reformum, tí tað er alt ov drúgt at endurvinna kappingarføri á tann hátt. Hjálpin skal koma við øktum týskum innflutningi úr Suðureuropa. Týskland og onnur lond norðanfyri, ið hava ráð til tað, koyra tíverri flestu við yvirskoti á gjalds- og handilsjavna, og gera sostatt støðuna í Suðureuropa verri. Heldur skulu tey seta meira gongd á sín búskap, og økja innflutningin, eisini hóast tað merkir verri kappingarføri. Reformar skulu eisini til sunnanfyri, men teir kunnu fremjast síðani.

Og tað hastar. Nazisman hevur framgongd í fleiri av harðast raktu londunum. Akkra sum í 1930-unum er tað sparipolitikkur -- sum moderatur høgrapolitikkur dikterar -- sum eisini gevur ekstrema høgrarákinum vind í seglini.

Ingen kommentarer: