Sider

lørdag den 1. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (5)

Í sambandi við at Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link), var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og viku í kvøld til samrøðu aftaná eitt innslag um fiskivinnupolitikkin.

Samgonguskjalið hjá ABDH-samgonguni sigur m.a. um fiskivinnupolitikkin:
Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.

Sambært landsstýrismanninum í sjónvarpsstovuni í kvøld, so skal talan vera um loyvi í langa tíð. Eini 8-10-12 ár, og kanska 20. Tí tað skal vera nøkur trygg loyvi, so skipaeigarar kunnu forrenta íløguna.

Men tað er ein stór misskiljing. Tí tað sum samgongan miðar eftir í fiskivinnupolitikkinum, við rullandi loyvum og langari uppsagnartíð, fer at økja váðan í fiskivinnuni, at økja skuldarbyrðuna, og at minka dynamikkin.

Um samgongan heldur útlutar veiðuloyvi fyri stutta tíð, skapar tað meira dynamikk, minkar tað skuldarbyrðuna hjá vinnuni, og -- við 2006-orðunum hjá Jørn Astrup í Degi og viku í kvøld: "det er langt mindre risikofyldt for alle parter".

Tað kann gott vera, at Fólkafl trýr uppá, at tað gagnar vinnuni, sum teir ætla at gera. Men tað ger tað ikki!! Og ikki bara allir teir føroysku økonomarnir, sum teir ikki vilja trúgva uppá, siga hetta. Tað segði Astrup eisini, tá hann var formaður í Búskaparráðnum.

Ingen kommentarer: