Sider

søndag den 9. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (8)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um marknaðarligar skipanir fyri býti:
Tá talan er um nýggjan fiskiskap, har eingin kann vísa á meira søguligan rætt enn onnur, kann vera hóskandi at brúka marknaðarligar skipanir fyri útluting og býti. Slíkar skipanir eru vanliga uppboðssøla ella alment útboð.

Fiskimálaráðið sigur við øðrum orðum, at uttan søgulig rættindi er marknaðarskipan, t.d. uppboðssøla, ein hóskandi máti at býta fiskirættindi.

Hetta er serliga áhugavert, tá hugsað verður um, at Fiskimálaráðið í somu frágreiðing vísir á, sum eg umrøddi her, at søgulig rættindi sum grundarlag fyri at  býta fiskirættindi, sambært ST er brot á mannarættindini, um tað ikki er tíðaravmarkað.

Sostatt er bara ein spurningur um tíð, til uppboðssøla skal innførast at áseta býtið av fiskirættindum.

Víðari skrivar Fiskimálaráðið:
Uppboðssøla er væl kend og roynd sum søluháttur í sølu av øðrum enn fiskirættindum.

Hetta er partvís skeivt og partvís villleiðandi. Tað er skeivt, tí tað er nógv brúkt at selja fiskirættindi á uppboðssølu, tó tað ikki er mest brúkti háttur at útluta fiskirættindi. Og tað er villleiðandi, tí gongdin er tann sama við útlutan av øllum sløgum av avmarkaðum rættindum: Uppboðssøla blívur meira og meira vanligt, og kemur í staðin fyri aðrar hættir at útluta rættindi sum eru avmarkað.

Ingen kommentarer: