Sider

søndag den 9. december 2012

Upphøggingarstuðul er ikki nøkur loysn

Fiskivinnan hevur havt Fiskivinnuting, sum bankarnir sponsoreraðu, og sambært fundarfrásøgn hevur Gordon Rajani, sum er ráðgevi í Vinnuhúsinum, har hann samskipar uppgávur fyri felagið peningastovnar, mælt til upphøggingarstuðul:
Vit kundu fingið inspiratión frá bankapakkunum, har øll skip gjalda í ein grunn. Gjaldførið í grunninum kundi verið nýtt til at tryggja kreditorar í eini konkursstøðu. Harvið vildi exit úr vinnuni verið snikkaleysari.

Men hesin Rajani er úti í somu ørindum sum hin Rajani. Teir vilja báðir hava fingrarnar í fólksins ogn. Fyrst vilja teir hava pant í fiskirættindunum, og um grammleikin hevur verið so stórur, at pantið er ov lítið, tá bløðran brestur næstu ferð, so skal hasin bankapakkainspireraði grunnurin eisini betala fyri at bjarga bankum burtur úr teimum trupulleikunum. (Og pantið verður ov lítið til grammleikan hjá bankunum.)

Ein slíkur grunnur vil einans vera ein gáva til bankarnar. Upphøggingarstuðul við tí endamáli at avmarka veiðutrýstið er eitt vánaligt hugskot. Tað virkar ikki uppá trupulleikan við yvirkapaciteti, er staðfest fleiri ferðir.

Colin W. Clark, Gordon R. Munro og Ussif Rashid Sumaila hava í greinini Subsidies, Buy-backs, and sustainable fisheries frá 2005 víst á vanligu avleiðingarar av upphøggingarstuðli í fiskivinnuni:
  • Skal so mikið av veiðikapaciteti keypast út, at tað ger mun, blívur tað ómetaliga dýrt, og vanliga nógv dýrari enn virði av fiskarínum. Fiskimenn og reiðarar rokna við, at tað blívur meira lønandi at fiska aftaná upphøggingarstuðul hevur minkað ein ov stóran flota, og tí ynskja teir at blíva verandi í vinnuni. Tað ger at prísurin á upphøgging fer at verða høgur.
  • Tileggjanin at økja kapacitetin í vinnuni er har framvegis aftaná upphøggingarstuðul hevur minkað kapacitetin. At avmarka skipatalið avmarkar heldur ikki kapacitetin, tí skipini blíva meira effektiv. Tí væntar vinnan, at tørvur verður aftur á upphøggingarstuðli í framtíðini.
  • Av tí, at vinnan væntar, at tað almenna aftur í framtíðini fer at bjóða upphøggingarstuðul, vil vinnan økja kapacitetin uppaftur meira, fyri at fáa lut í upphøggingarstuðlinum.
Orsøkin til yvirkapacitet er tilfeingisrentan í fiskivinnuni, ið skapar ein meirvinning. Stutt sagt er upphøggingarstuðul ein meirvinningur, sum hevur akkra somu effekt, og tí ikki kann loysa fyrra trupulleikan.

Dan Holland, Eyjolfur Gudmundsson og John Gates hava eisini gjørt eina eftirmeting av royndum við upphøggingarstuðli um allan heim, og lýsa teir í greinini Do fishing vessel buyback programs work: A survey of the evidence frá 1999 avleiðingarnar. Teir koma fram til júst omanfyri nevnda sum mest vanligu úrslit av upphøggingarstuðli í fiskivinnuni.

Ingen kommentarer: