Sider

onsdag den 19. december 2012

Tá Kaj setti tingini uppá pláss

Tórbjørn Jacobsen hevur lagt útskrift frá parti av triðju viðgerð í Løgtinginum av málunum um avtøku av Landsbanka Føroya á facebook. Eg haldi tað skal eisini leggjast út her. Fýra mál vóru viðgjørd undir einum:

Restin av hesum teksti er kopierað frá Tórbjørn Jacobsen. Leinkjur til ljóðfílur havi eg tó lagt aftrat.

Landsbankarøðan og viðmerkingarnar sum Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, flutti fram undir triðju viðgerð beint áðrenn Landsbanki Føroya varð tikin av (skrivað av eftir ljóðfílinum á heimasíðu Løgtingsins – løgtingsmál no. 40/2012):
Ja, takk fyri eitt gott orðaskifti. Tað hevur verið eitt áhugavert orðaskifti, tað hevur verið áhugavert at fylgt við, tað er sagt tað sama upp í saman, eg veit ikki hvussu ofta. Havi havt møguleikan bæði skrivliga og munnliga frá Kristinu Háfoss, um at svara fyri Landsbankan og havi roynt at svara 4 til 5 ferðir haldi eg, eg havi ikki nakað nýtt í málinum, sum so. Hetta er ein politisk avtala ímillum samgonguflokkarnar, sum tað bleiv sagt so gott nú eitt kvøldið. Hetta er fyri, ein liður í rationaliseringum hjá hesum, hesari samgonguni, sum roynir at fáa eitt hallið burtur, sum má burtur, undir øllum umstøðum mugu hallið burtur, ah, upplýsingarnar, sum eg havi fingið frá Fíggjarmálaráðnum, týða uppá, at vit fáa eina sparing, hon verður størri soleiðis sum árini ganga.

Eg havi fult álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hann er ikki ein banditt, hann fer ikki at stjala pengarnar til sín sjálvan, at brúka teir í Sørvági. Ah, eg havi fult álit á mínum landsstýrisfólkum, og tað er grundarlagið, sum eg arbeiði út frá til eina og hvørja tíð, ah, tá, tá, tá ið ein spurningur kemur upp hvussu ber tað til at øll onnur lond í heiminum hava landsstýrisfólk, ministarar, í fíggjarmálum, sum hava ábyrgdina av gjaldførinum, hvat er so spesielt við okkum, men tak ikki feil, eg skal nokk fylgja upp, og vit koma at fylgja upp í samgonguni, at tað veruliga verður ein væleydnað umskipan av okkara Landsbanka.

Eg virði ómetaliga nógv ta vitan sum er í Landsbankanum ídag, eg virði tað, at tey flyta eitt arbeiðspláss, aðrastaðni, kunnu arbeiða aðrastaðni. Vit tosa um ein stovn, sum upp á ein ella annan máta er lyftur upp, har eru dugnalig starvsfólk, tað er lyft upp til tað, orsakað harra formaður, eg síggi ikki málið til at fara upp um alt annað her á Føroya landi, og nú hetta skal koppa øllum, eg síggi ikki tað málið soleiðis.

Eg eri tryggur við, at tað sum verður gjørt av samgonguni, tað verður gjørt nú, er tað nakað sum ivi verður settur um, so eri eg púra vísur í, at samgongan, og eisini eg sjálvur, skilafólk sum tey eru í samgonguni duga at síggja hertil...og alt er óheft, soleiðis skal tað vera, óheft av øllum øðrum áhugamálum. Eg eri púra tryggur við hesari loysnini her, eg kann ikki blíva við at forklára og forklára, eg veit at tað er ein symbolikkur í hesum her, men eg havi sagt tað fyrr av tingsins røðarapalli, hví tað er tað ræðuliga, at tað er Landsbanki Føroya, so tak og gev Gjaldstovuni eitt nýtt navn og kalla hana Landsbanki Føroya.

Tað er øgiligt sum navnið hevur nógv at siga. Navnið hevur øgiligan týdning fyri okkum. Eg ætli ikki at niðurbróta nakað, hví skuldi eg tað? At niðurbrotið álit og stovn, vit hava ikki tann áhugan í samgonguni yvirhøvur. Ja, takk fyri eitt gott orðaskifti.

Viðmerking løgmans til Kristinu Háfoss:
Tað sær út til, at Kristina Háfoss ikki hevur so stórt álit á felagnum føroyskir peningastovnar, sum vóru teir, sum valdu hana inn á sinni. Eg eri ikki varur við Landsbankan, gangi eg út frá, men eg má siga tað, at hetta er eitt rationaliseringsuppskot, og tað er tað. Eg haldi tað hevur verið sagt 33 ferðir frá tingsins røðarapalli, vit ætla ikki at bróta tjóðskaparstríðið, slett ikki harra formaður, eh, hetta er ikki eitt tjóðskaparmál, hetta er ikki eitt tjóðveldismál, hetta er ikki eitt sambandsmál, hetta er ein spurningur um at gera rationaliseringar í okkara skipan, tað er tað sum tað dreyjar seg um, hetta málið her. Og onki annað. Onki annað.

Viðmerking løgmans til Høgna Hoydal:
Gjaldførið. Um gjaldførisstøðuna, sum verður svara fleiri ferðirnar. Tað var Gjaldstovan. Tað er, tit hava spurt eftir makrobúskaparligum analýsum, ella eftirliti, og tað er sera vigtigt, tá tað hevur ikki verið gjørt higartil, av Landsbankanum. Tað hevur ótrúliga stóran týdning, at vit seta neyðugu resursirnar av, í milliónum, soleiðis, at vit kunnu gera tað, vit hava ein tjóðbanka, sum eisini er fyri Føroyar, fyri okkara land, og tað hava vit veruliga notið gott av. Vit hava eitt danskt fíggjareftirlit, sum er felags fyri Føroyar og Grønland eisini, so at oftani haldi eg, ja, Landsbankin hevur altíð verið...tá ið tað hevur gingið so fantastiskt eisini, so tjóðbankin og Landsbankin, teir hava allir verið við, samfelagið er farið upp og niður við sveiggjum, so at, altso, vit royna at gera rationaliseringar í okkara skipan, og tað er ongin sum sleppur undan. Vit rationalisera tað sum er neyðugt, og tað sum vit síggja er skilagott. Og hetta her við hoyringssvarum, tað respekteri eg, tað er nógv arbeitt inn í lógina, sum, tað er tað sum eg meini við tá...........

Viðmerking løgmans til Aksel Vilhelmsson Johannesen:
Tað er altso hetta her við, tá ið alt tos um, at tað er rætt at finna semju, tað er ikki altíð man fær semju, sær tað út til. Eg trúgvi ikki at samgongan hevur verið verri enn andstøðan til at vera við í eini semju, men tað er altso ikki komin ein semja burturúr hesum, og hetta málið skuldi ígjøgnum, hetta hevur verið, hetta hevur ligið soleingi í nevnd, at man væntaði ongantíð at tað kom útaftur aftur. Men hetta hevur ligið væl og virðiliga í nevnd, og tað hevur allar viðgerðir, sum tú kanst hava av hesum málinum, hoyringsskriv eru komin inn, man hevur kallað partarnar inn, eh, tað er ikki soleiðis, at hoyringsskriv koma inn, og so steðgar man politiskum ætlanum, altso, tað havi eg ikki fatað, at tað er meiningin við hoyringsskrivum, tað er at kunna gera vinklar inn á málið, soleiðis, at man innbyggir tað inn, hvissi tað eru ting sum ivi er um, og tað er viðvíkjandi Moodys, tað var viðvíkjandi teimum 160 milliónunum og tað var viðvíkjandi óheftni, tað vóru tey trý, tað vóru teir tríggir spurningarnir sum gingu aftur og aftur og aftur, sum eg eri púra samdur í, eg eri samdur í, tað skal eisini vera soleiðis í framtíðini. Eg eri ikki ósamdur í tí, ætli mær ikki at bróta nakað niður.

Viðmerking løgmans til Rigmor Dam:
Ja, eg veit ikki, eg kenni bara til, at vit kempaðu øgiligt saman við Javnaðarflokkinum fyri at spinna Landsbankan, men sjálvandi, verður tann meiningin broytt, men eg havi aldrin, eg havi so velduga stóra virðing fyri vitan, tað havi eg altíð havt og komi altíð at hava, og tað haldi eg eisini at samgongan hevur. Eg haldi ikki man kann skjóta samgonguna og stjórnina, at vit ikki vilja hava vitan, sjálvandi vilja vit hava vitan. Tað skal ongin ivi vera um tað. Marknagilsdepilin verður ikki steðgaður. Kringvarp Føroya, vit hava sgu ikki niðurpínt nakað Kringvarp Føroya, yvirhøvur ikki. Tað nyttar onki at fylla pengar inn, hvis bygnaðurin er skeivur, so kanst tú pumpa so nógvar pengar inn sum tú vera vilt, tað mugu broytingar til, tað skilja øll. Træið má ristast. Takk fyri harra formaður.

Viðmerking løgmans til Annitu á Fríðriksmørk:
Tað kann gott vera, nú eri eg begyntur at blíva eitt sindur troyttur av, at vit niðurgera okkum sjálvar sum politikarar alla somlu tíðina. Vit hava fingið, øll, eitt álit at vera herinni, vit hava fingið eina ábyrgd av gjaldføri, av peningi, hví, hví landsstýrisfólkini, eg havi eitt veldugt álit á okkara landsstýrisfólkum, eisini tá ið ein nýggj samgonga verður, eg vil hava álit á landsstýrisfólkum, tað skal eg hava, tað er okkara skipan, og hetta er brotin, tað er eitt grundleggjandi brot á rættindini, á demokratiið, at liggja og hótta samgonguna við at ein sigur nei og trý siga ja, tað eru øll mál sum eru yvirhøvur, vit hava eina avtalu og eina samgongu, tað er tað sum demokratiið snýr seg um, tað er ein meiriluti. Vit spyrja fólk, vit arbeiða tað inn í lógaruppskotið, og tað er tað.........

Viðmerking løgmans til Bjørt Samuelsen:
Bjørt Samuelsen, hvis tú skalt gera greiningar, búskaparmetingar, so mást tú hava resursurnar settar av til tað. Eg skilji tað á henni, at 700.000 er ov lítið, tað er ongin ivi um tað, men tað eru 2,2 milliónir, mær vitandi, sum man ætlar at seta av til at gera hesar kanningarnar, og tað er tað sum skal setast av. Tað skal ikki vera ein telefondáma, sum tit royna at gera tað til, ella eitt hálvt skrivstovufólk, sjálvandi skulu vit seta neyðugar resursir av til tað. Og tað verður gjørt. Tað verður gjørt. Hav álit Tjóðveldi. Hav álit á okkum. Vit kunnu nakað. Vit kunnu nakað. Takk fyri harra formaður.

Viðmerking løgmans til Eyðgunn Samuelsen:
Tað dundrar í høvdinum, altso, eg haldi tað hevur verið sagt eini túsund ferðir, ja, altso, eg haldi tað hevur verið frammi so ræðuliga ofta eftirhondini, ja, eh eh, hvussu ofta skal man siga tað sama, tey somu tingini, umaftur og umaftur. Blíva tey rættari ella, ella, man trýr púra óvanda, at løgmaður tekur orðið í aðru viðgerð og triðju viðgerð, tað er púra óvanligt. Eg síggi ikki hetta málið sum lív ella deyð, orsaka meg, eg fái ikki, eg fái ikki, pulsin upp, altso, uppá hetta málið. Hetta er eitt politiskt mál, sum onnur politisk mál, sum er behandlað. Eg ætli ikki at drepa nakran, altso, hetta er ikki so alvorligt sum tit gera tað til, hetta er ikki lív og deyð. Vit gera nakrar rationaliseringar í okkara fyrisiting.

Ingen kommentarer: