Sider

tirsdag den 11. december 2012

Politikkurin ávirkar búskapin, ikki snakk

Á fíggjarmarknaðinum uppføra fólk seg til tíðir sum hysteriskar kellingar, sum Lykketoft segði. Men tað gera fólk ikki við sínum privatbúskapi. Psykologi og álit hevur nógv at siga fyri búskapin, men hvørki samgonga ella andstøða kunnu ræða fólk við at snakka. Ella rópa.

Tað er politikkurin hjá samgonguni sum er orsøk til, at búskapurin koyrir í tómgongd.

Samgongan førir skeivan politikk. Og tað meini eg ikki bara sum eina vanliga politiska ósemju. Fíggjarpolitikkurin er fakliga skeivur.

Búskapurin er ikki illa fyri, skuldarbyrðan er ikki alarmerandi. Men politikkurin ger búskaparstøðuna verri. Og fólk vita tað. Tí blíva tey stúrin um framtíðina.

At geva andstøðuni skyldina fyri at fólk eru bangin, sum fleiri í samgonguni royna, er ógvuliga óseriøst.

Ingen kommentarer: