Sider

onsdag den 19. december 2012

Støðan á arbeiðsmarknaðinum framvegis vánalig

Arbeiðsloysi minkar! Hagstovan hevur í dag kunngjørt, at arbeiðsloysi er tað minsta í trý ár.

Hetta er at fegnast um. Men áðrenn vit jubla, eiga vit nokk at hyggja nærri eftir støðuni á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita, tað sigur Hagstovan eisini, at fólkatalið minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini gera, at arbeiðsloysisprocentið er eitt sindur misvísandi fyri gongdina á arbeiðsmarknaðinum.

Hagstovan kunnger tøl av løntakarum. Eg havi hugt uppá, hvussu nógvir løntakarar eru í mun til fólkatalið í ymsum aldursbólkum í arbeiðsførum aldri. Hesin løntakarabrøkur (sum eg velji at rópa tað her) er ikki nakað eg bara finni uppá, men breið semja er millum búskaparfrøðingar, at hetta er betri mát fyri støðuna á arbeiðsmarknaðinum enn arbeiðsloysisprocentið. Serliga vísir hetta lutfall nógv betri enn arbeiðsloysisprocentið, um pláss er fyri stimbrandi búskaparpolitikki.

Fyri at fáa eina nuanceraða mynd, hyggi eg uppá ymsar aldursbólkar og kynini hvør sær. Sí niðast í hesi grein, hvørjar talvur hjá Hagstovuni eg brúki, og hvussu eg havi roknað. Eitt nú eru tølini fyri 2012 grundað á fyrstu 9 mðr.

Gongdin í løntakarabrøkinum hjá kvinnum er henda:


Yngstu aldursbólkarnir (16-19 og 20-24 ár) vórðu rættiliga hart raktir, tá kreppan rakti, og løntakarabrøkurin fall nógv. Fyri kvinnur frá 25 árum og eldri fall løntakarabrøkurin tó ikki í sama mun, men nakað. Síðsta árið er gongdin vend, men eitt fitt petti er eftir upp á støðið áðrenn kreppan rakti, serliga fyri kvinnur undir 25 ár.

Gongdin í løntakarabrøkinum hjá monnum sær soleiðis út:


Løntakarabrøkurin fall í øllum aldursbólkum, og heilt nógv fyri menn undir 25 ára aldur, og serliga drastiskt fyri menn undir 20 ára aldur. Og løntakarabrøkurin liggur generelt langt undir tað hann var áðrenn kreppan rakti.


Støðan á arbeiðsmarknaðinum

Sum nevnt fyrst í hesi greinini er arbeiðsloysisprocentið lækkað ikki so lítið, men tað er ikki lætt at síggja hesa positivu gongd, tá hugt verður eftir einum betri máti fyri støðuna á arbeiðsmarknaðinum, løntakarabrøkinum.

Báðar myndirnar vísa, at - sjálvt hóast fráflyting - er løntakarabrøkurin fallin nógv í mun til hvat hann var áðrenn kreppan rakti. Niðurgongdin er steðgað, men tað er ikki meira enn at brøkurin kvinkar uppaftur. Búskapurin var næstan í fríum falli, og hóast fallið er steðgað, er langt upp aftur á gamla støðið.

Tað er at fegnast um, at niðurgongdin er steðgað. Men orsøk er als ikki at jubla. Orsøk er tvørturímóti at fáa meira gongd á búskapin, so lági løntakarabrøkurin ikki blívur varandi. Fólk sum hava verið uttan arbeiði í langa tíð hava trupult við aftur at fáa fótafestið á arbeiðsmarknaðinum. Og fólk sum lesa ella arbeiða aðrastaðni í langa tíð, festa røtur og koma ikki aftur.

Støðan á arbeiðsmarknaðinum er framvegis sera vánalig. Løntakarabrøkurin er nógv lægri enn fyri fáum árum síðani. At løntakarabrøkurin hevur verið so nógv hægri vísur, at fólk vilja arbeiða, tá arbeiði er. Tá búskapurin skapar fleiri arbeiðspláss eru eisini tøkar hendur at taka fatt.


Keldur og roknimáti

Eg brúki talvuna LONTALT_2 fyri løntakarar, ið hevur løntakaratal fyri ymsar aldursbólkar og fyri kynini hvør sær. Við talvuni FOLK1AR fái eg fólkatalið býtt á aldur og kyn, og kann við teimum tølunum rokna saman til somu aldursbólkar sum løntakaratalið.

Talvan LONTALT_2 gongur aftur til 2004, tí er tíðarskeiðið síðani 2004 valt. Men talvan gongur einans fram til 2011. Fyri at fáa 2012 við, brúki eg talvuna LONT_2, ið hevur løntakaratal fyri bæði kynini sær hvønn mánaða, tó ikki aldursbýtt. Talvan hevur tøl til og við september 2012, og eg rokni so broyting fyri kynini hvør sær fyri hesar mánaðir samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað gevur eina øking uppá gott eitt pct fyri mannfólk og gott eitt hálvt pct fyri konufólk. Hesa øking framskrivi eg so løntakaratalið fyri allar aldursbólkar hjá ávikavist mannfólki og konufólki við frá 2011 til 2012. Við hesum framskrivaða løntakaratali rokni eg framskrivaðan løntakarabrøk.

Ingen kommentarer: