Sider

onsdag den 12. december 2012

Italskir tilstandir í ABDH

Síðstu vikuna er italska statsobligatiónsrentan hækkað. Og orsøkin er, at Berlusconi hevur avgjørt at stilla upp aftur. Samstundis sum italska obligatiónsrentan hækkar, lækkar tann týska, so tað vit rópa italska rentu-gloppið er vaksið uppaftur meira. Rentu-gloppið, t.e. meir-rentan italska stjórnin noyðist rinda, er kostnaðurin av, at teirra kredittvirði er verri enn týska. (Sjálvt Spania hevur fingið trupulleikar av, at Berlusconi ætlar gera comeback.)

Berlusconi svarar aftur á Canale 5, ein av hansara egnu sjónvarpskanalum, (sjálvur sá eg samrøðuna í Deadline á DR2) og sigur, at tað er hvørki hann ella hansara politikkur, sum er orsøkin til at rentan hækkar. Tað eru bara hansara politisku mótstøðumenn, sum tosa so negativt. Business Week skrivar:
"We should stop talking about this scam. We never used to talk about it; why does it matter?" Berlusconi said about the spread.

Kanska eru tað italskir tilstandir, men tónarnir eru heilt føroyskir.

Ingen kommentarer: