Sider

onsdag den 12. december 2012

Ræðist Kringvarpið samgonguna?

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógina. Andstøðan hevur gjørt eitt broytingaruppskot, sum gevur vøkstur og nýggjar inntøkur, men hesum trýr Kringvarpið ikki ordiliga uppá:
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga seg kunna fáa hallið niður í 153 mió. kr. næsta ár.
Tað er gott við eini kritiskari pressu.

Samgongan hevur eftir fíggjarnevndarviðgerðina eitt fíggjarlógaruppskot, sum hevur eitt sindur størri hall:
Hallið á fíggjarlógini verður 242 mió. kr.
Her er eingin slingur í valsinum. Samgongan og Bárður siga tað, so verður tað borið víðari av Kringvarpinum.

Tað er eitt sindur ejendommeligt, allíkavæl, at Kringvarpið, sum annars er skeptiskt (tá tað kemur til andstøðuna), soleiðis uttan víðari trýr tølum frá samgonguni, hóast tað var samgongan við løgmanni sjálvum á odda sum garanteraði, at fiskiskapur eftir makreli í ár skuldi geva 128 mió kr í tilfeingisgjaldi, men sum bara bleiv helvtin, tá avtornaði. Eg hugsi tey í Kringvarpinum eiga at læra eitt sindur av orðunum hjá George Bush:


Tað er gott við eini kritiskari pressu. Tað er bara spell, at hon ræðist samgonguna.

Ingen kommentarer: