Sider

søndag den 9. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (6)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um bólkingina av fiskiflotanum:
Bólkingin av fiskiflotanum kann brúkast til at skilmarka marknaðir fyri fiskirættindum. (s. 4)

So Fiskimálaráðið viðurkennir, at teirra egnu ásetingar av fiskirættindum eru við til at skipa marknaðir. At politiska skipanin samstundis ætlar at halda fram við at geva nøkrum pørtum á hesum marknaði fyrimun fram um onnur, við at politiskt útvaldir einstaklingar fáa miljardavirði fyri einki, samstundis sum onnur einki fáa men noyðast keypa, er moralskt forkastiligt.

Ingen kommentarer: