Sider

søndag den 9. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (7)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um eitt íslendskt mál, sum var fyri mannarættindanevndina hjá ST:
Íslendska málið varð tikið upp av tveimum fiskimonnum, sum høvdu keypt sær bát, men sum ikki fingu lut í kvotum av fiskastovnum, har fiskiskapurin varð skipaður við handilskvotum, uttan so at teir keyptu sær kvotur frá øðrum

(...) Teir báðir íslendingarnir hildu, at hetta var í stríð við líkaregluna í grein 26 í ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi.  Teir løgdu málið fyri mannarættindanevndina hjá ST, har ein meiriluti upp á 12 av 18 limum gav teimum viðhald.

(...) ST-mannarættindanevndin vísir á, at endamálið, sum er at verja fiskastovnar, er eitt lógligt endamál, sum kann rættvísgera, at munur verður gjørdur á borgarum. Tann munur, sum verður gjørdur, skal tó byggja á rímiligt og objektivt grundarlag. Ráðið viðmerkir, at íslendsk lóg staðfestir, at fiskiríkidømið er ogn hjá íslendsku tjóðini. Hóast tað, so bleiv munurin, sum tekur støði í fiskiskapi ávíst tíðarskeið, ikki bert gjørdur permanentur við lógini, men upprunaligi rætturin til at gagnnýta og troyta felags ogn bleiv eisini gjørdur til privata ogn. Upprunaligu loyvishavararnir kundu selja ella leiga sínar kvotur, í staðin fyri at fella aftur til landið og lutaðar nýggjum loyvishavarum eftir rímiligum og sakligum atlitum.
Føroyska skipanin líkist á nógvum økjum tí íslendsku. Í føroysku skipanini byggja loyvi í stóran mun á søguligan fiskiskap. Tey, sum vóru í vinnu, fyrstu ferð býtt varð út, vóru tey, sum framhaldandi fingu møguleikan at reka vinnuligan fiskiskap. Síðan tá hava rættiliga nógv loyvi skift hendur. (s. 8)

Stutt sagt er tað brot á mannarætt at brúka søgulig rættindi í óavmarkaða tíð. Tá náttúrutilfeingi er felags ogn, skulu eisini komandi ættarlið hava møguleika at sleppa framat at gagnnýta tey uttan at noyðast at keypa veiðurættindini frá teimum einstaklingum, sum frammanundan hava fingið rættindini fyri einki. Tað merkir eisini, at automatisk leingin av tíðaravmarkaðum fiskirættindum er heldur ikki ein lógligur háttur at umsita fólksins ogn.

Thorvaldur Gylfason var í mars í ár og helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum, tá ráðstevnan Fólksins ogn ella varð hildin har. Hann viðgjørdi hetta málið og vísti á uppboðssølu av fiskirættindum sum eina loysn sum er fult í tráð við mannarættindini, so leingi talan er um avmarkað tíðarskeið í senn. Fyri vinnuna er tá best, at tíðarskeiðið er stutt, sum keypast skal fyri í senn, fyri at minka fíggjarliga váðan í vinnuni.

Ingen kommentarer: