Sider

lørdag den 15. december 2012

Eftirbýttir á Norðlýsinum

Tað er lætt at vera eftirklókur. Men summi megna ikki ein gang at vera klók aftaná.

Norðlýsið hevur fyri skjótt tveimum árum síðani skrivað grein, har tey halda, at búskaparfrøðingar og búskaparstovnar seinnu árini hava ikki í nóg stóran mun ávarað politisku skipanina og Føroya fólk, og eru komin við fleiri margháttligum útmeldingum. Saman við Magna Laksafoss eftirmeta tey búskaparráðgevingina.

Norðlýsið skrivar fyrst um Landsbankan og útmeldingar frá teimum móti ársenda 2008:
Tá løgtingið samtykti at lána íslendingum 300 mió. kr., og at taka peningin av innistandandi í Landsbankanum segði Sigurd Poulsen, landsbankastjóri 28. og 29. oktober 2008 at “Føroyar eru væl fyri” og at “hesar 300 milliónir krónurnar eru uttan fyri tað, so landstýrið rørir ikki við tað gjaldføri, sum er neyðugt fyri at kunna halda sínar skyldur.”
Góðan mánaða seinni, 5. desember 2008, segði sami stovnur: ”Nú mugu politikararnir raðfesta og sterkari lútur skal til” og at ”stórur tørvur er á eini langtíðarætlan, har landsstýrið neyvt raðfestir, hvat skal gerast í samfelagnum.”
Ein kann hugsa, at umstøðurnar hjá landsstýrinum at gera ”langtíðarætlanir og neyvar raðfestingar” ikki eru tær bestu, tá fremsti eksponenturin fyri føroyska búskaparfrøði kemur við so radikalt mótstríðandi úttalilsum, við so stuttum millumbili.
Landsbankastjórin úttalar seg fyrst heilt konkret um tær 300 mió kr sum Ísland hevur lænt. Tær høvdu Føroyar ráð at læna Íslandi og hava tað framvegis. Talan er jú um eitt lán, og Føroyar hava ikki havt trupulleikar at læna pengarnar sjálvi, eisini 300 mió kr eyka, tí Ísland skuldi hava tær. So Føroyar hava lænt Íslandi kredittvirði -- akkra sum Føroyar læntu danska kredittvirðið undir føroysku kreppuni fyrst í 1990-unum, við at læna frá Danmark, hóast Danmark sjálvt hevði skuld.

So einki løgið í úttalilsinum 28. og 29. oktober.

Næsta úttalilsi hjá Sigurd er eisini fyri tað mesta í lagi, men at tosa um sterkan lút loypti hvøkk á í politisku skipanina. Tað var tó verri nakað seinni, tá onnur minni heppin úttalilsi vóru alt ov pessimistisk. Føroyski búskapurin var framvegis væl fyri, sum Sigurd hevði sagt stutt frammanundan, og hann skuldi hildið seg til tað. Og Føroyar kundu stórt sæð komið ígjøgnum kreppuna óskalað. At man ikki gjørdi tað, er orsakað av førda politikkinum. Men her hevur Landsbankin eina medábyrgd (sum eg havi skrivað um fyrr), og serliga Búskaparráðið í 2009, tí bæði viðvirkaðu til at skapa púra ógrundaðan panikk. At Búskaparráðið ikki dugdi síni ting havi eg eisini skrivað um fyrr -- men soleiðis gongur, tá man ikki velur tey bestu fólkini til tað.

Norðlýsið heldur fram:
Herman Oskarson hevur eisini staðið faddur til meira enn eitt margháttligt úttalilsi. T.d. umrøður hann 18. juni 2008 eina minking í útflutningsvirðinum av fiskavørum, sum í 2007 fyrstu 4 mánaðarnar í árinum í mun til undanfarna ár sum ”álvarsliga, men sum er uttan stórvegis avleiðingar fyri samfelagsbúskapin”.
Eg veit ikki, hvat Norðlýsið heldur vera margháttligt við hasum úttalilsinum. Nú hevur Hermann skil fyri búskapi og Norðlýsið ikki, tað kann forklára, at eitt einfald úttalilsi hjá Hermann um búskap ljóðar løgið fyri Norðlýsið.

Norðlýsið heldur fram:
28. august gleðist hann um at avreiðingarvirði av fiski fyrstu 7 mánaðarnar í árinum eru minkað við 20 % í mun til 2007. Um vinnuna, ið stendur fyri 94 % av útflutninginum verður rættiliga nonchalant sagt at ” Samlaða avreiðingarvirði á fiski lækkar munandi, og eingin glotti hómast. Summir partar av fiskivinnuni noyðast at gevast ella í minsta lagi at leggja um. - Skipanin kann valla virka betur. At summi skip ella skipabólkar sum frálíður kunnu glíða út, mugu reiðarar og onnur fólk í vinnuni smyrja seg við. Eingin stuðul er í eygsjón, og einasta bjargingin kann tí vera, at fólk í fiskivinnuni stinga nýggja kós og læra seg at gerast nógv liðiligari vinnuliga..”
Nú er tað tulkingin hjá Norðlýsinum, at Hermann Oskarsson gleðist. Tað ger hann ikki, men hann beróligar fólk. Og tí er als einki margháttligt við hasum úttalilsinum. Bara tí Norðlýsið ikki skilir tað, sum tykist vera problemið, er tað ikki løgið.

Norðlýsið heldur fram:
Eisini hevur Herman Oskarson javnan bagatelliserað m.a. fíggjarlógar- gjalds- og handilsjavnahall, t.d. 9. mars 2008 tá hann sigur: ”Tað er eingin trupulleiki fyri føroyska búskapin, at í fjør var gjaldsjavnahallið 1,3 milliardir krónur: - Tað eru góðar tíðir í Føroyum. Fólk hava nógvar pengar um hendi og innflutningurin er stórur. Íløgurnar eru stórar, og byggingin er rímiliga stór. Tí er handilsjavnahallið so stórt. - Vit hava havt hall í trý til fýra ár á rað, og tað kemst fyrst og fremst av, at tíðirnar eru góðar í Føroyum. Og harafturat er útflutningurin minkaður nakað. Men sæð yvir eitt longri áramál stendur á jøvnum millum innflutning og útflutning.”
Ikki eitt orð um týðningin av samansetingini av hallinum, t.d. um tað er fari til infrastrukturellar ella innflutningsminkandi/útflutningsskapandi íløgur ella til ”hårde hvidevarer”, og um byggingin kanska í høvuðsheitum hevur verið av sethúsum/íbúðum, sum keyparar møguliga ikki eru til. Ongin fordjúping, eingin perspektivering – einans pástandir úr leysari luft.
Nú veit Norðlýsið ikki, um Hermann hevur hugt uppá samansetingina av hallinum. Og at hann sigur at hallið kemur av góðum tíðum bendir faktisk nettup á, at hann hevur hugt eftir samansetingini.

Síðani nevnir Norðlýsið onkrar útmeldingar hja Landsbankanum um peningastovnarnar. Tað er eingin ivi um, at hesar útmeldingar vóru als ikki nóg neyvar. Viðvíkjandi Eik var tað serliga danski parturin sum skapti trupulleikar, ið eisini raktu føroyska Eik.

Og so er Norðlýsið farið til Magna Laksafoss, sum skal koma við rætta svarinum:
Í tíðindasending í oktobermánaða 2008 rópar búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss varskó. Hann mælir til at landstýrið alt fyri eitt setir bólkar at meta um váðan og ávirkanina av einari møguligari fíggjarkreppu. Tað er bara ein spurningur um tíð, til jarðskjálvtin á altjóða fíggjarmarknaðinum eisini rakar í Føroyum, sigur Magni Laksáfoss í tíðindasending í Kringvarp Føroya.
Vit hava spurt Magna Laksáfoss, ið javnan hevur verið skýrdur ”dómadagsprofetur”, hvør hevði ábyrgd av at rópa varskó í samband við búskapar- og bankakreppuna(r).
(...)
Spurdur um kreppan varð tikin í nóg stórum álvara av føroyskari búskaparfrøði svarar Magni:
”Sæð í bakspeglinum mugu vit nokk konstatera, at kreppan als ikki var tikin í nóg stórum álvara.

Tað kann gott vera, at Norðlýsið og Magni halda, at ein kraftigari reaktión skuldi til, tá kreppan rakti Føroyar. Eg sigi framvegis, at man reageraði ov ógvusliga, og tí fekk man eina óneyðuga kreppu.

Ingen kommentarer: