Eftir stóru succesina við Saltangará í gjárkvøldið, hevur Dagur og vika í kvøld enn eitt innslag í nýggju røðini "Veit tú hvar tað er?"
Í kvøld verður tað Landsbankin - og broytir røðin navn til "Hvar bleiv hann av?"
Í næstu viku kemur "Hvar fór samhaldsfesti?" og "Hvør stjól fólksins ogn?"
Ein tíma seinni kom rætting frá Dag og viku-redaktiónini í nýggjum tíðindaskrivi:
Røðin "Veit tú hvar tað er?" heldur fram við líkagyldugum innsløgum. So innsløgini um Landsbankan, samhaldsfesti og fólksins ogn fara av skrá.
Hetta hendir sum liður í, at samgongan hevur gjørt semju um at játta Kringvarpinum eykajáttan.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar