Sider

mandag den 10. december 2012

Ójavnt er býtt - ójavnt skal býtast

Løgtingið hevur í dag við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Karsten Hansen um broyting í heilsutrygdargjaldinum. Tað inniber, at láginntøkur skulu rinda minni enn frammanundan og háinntøkur meira enn frammanundan.

Andstøðan hevði annars eitt broytingaruppskot. Sambært uppskotinum hjá andstøðuni skuldu eitt hámark setast á heilsutrygdargjaldið. Hetta hevði við sær, at tey ríkastu skuldu sleppa bíligari. Tey sum forvinna 100 000 kr um mánaðin, t.e. 1.2 miljónir um árið, skuldu, um andstøðan fekk sín vilja, einans rinda 3180 kr árliga í Heilsutrygdargjaldi, í staðin fyri 8520 kr, sum samgongan mælir til.

Tað er gott at andstøðan roynir at hjálpa teimum sum trongja. Ella, sum tey sjálvi skriva í álitinum, ger broytingaruppskot sum:
hevur til endamáls at lætta um fíggjarligu byrðurnar hjá teimum, sum ikki fingu part av asosiala flatskattinum.

Um andstøðan sipar til bankastjórar ella við tingfólk sjálvi, ið fingu ov lítlan part av flatskattinum, siga tey ikki.

Ingen kommentarer: