Sider

lørdag den 15. december 2012

Búskaparligi veruleikin er politisk fantasi

Í gjár kom skriv frá løgmanni, at tað gongur framá við búskapium, og byrjar hann soleiðis:
Fíggjarkreppan broytti við eitt okkara búskaparligan veruleika.

Í 2009 var hallið á fíggjarlógini upp móti 700 mió. kr., men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 er hallið komið niður á góðar 240 mió. kr.

Tað er symptomatiskt fyri vánaliga búskaparpolitikkin í Føroyum, at greinin hjá løgmanni um búskapin, brúkar hallið á fíggjarlógini sum mát fyri at støðan var álvarslig í 2009, og minkingina í hallinum á fíggjarlógini sum mát fyri at tað gongur framá.

Kreppan í føroyska búskapinum í dag er stórt sæð einans orsakað av skeivum politikki. Hallið á fíggjarlógini er so ein avleiðing av tí. Tí fíggjarkreppan broytti ikki búskaparliga veruleikan hjá Føroyum meira enn so, at við rætta politikkinum hevði tað verið lítið at merkt til kreppuna.

Politikararnir yvirmettu í 2009 vandan fyri at landskassin tók skuld á seg, fóru í panikk og skaptu eina óneyðuga kreppu í staðin fyri at forða fyri henni. Og nú undirmeta somu politikarar vandan sum er í stóru fólkaminkingini.

Tað sum brúk var fyri og framvegis er, eru politikarar sum taka ábyrgd av búskapinum. Her er landskassin eitt amboð av fleiri. Tað tragiska er hent, at politikararnir hava ignorerað búskapin, tí teir hava bara hugsað um landskassan. Og búskapurin sær út hareftir, nú við stagnatión á fimta ári.

(Framhald.)

Ingen kommentarer: