Sider

tirsdag den 11. december 2012

Hvat skulu vit við fakfólki?

Í sambandi við kjak á facebook um avtøkuna av Landsbankanum, skrivar Bill Justinussen:
Hetta málið - eins og mong onnur í politikki - er eitt av teimum, har ein sum politikkari ikki er 100% vísur í, hvør rættasta avgerðin er. Men niðurstøðan bleiv so tann, at Landsbankin verður søga frá 1. apríl 2013 at rokna.

Tað fær Ásu Andreasen at minnast aftur á broytingina av pensjónsskattingini:
Annars so haldi eg at Bill er ein tann einasti, sum svarar uppá slíkar fyrispurningar t.d. her á FB. Men man blívur virkuliga ørkymlaður av hansara svarum, tí man fær innlit í, hvussu avgerðirnar verða tiknar.

Eg hevði eina longri diskussión við Bill her á FB fyri nøkrum mánaðum síðani. Eg var so frusterera av, at eg skuldi flyta mína pensión til Føroya og at eg skuldi lata nýggja heilsuváttan. Eg setti Bill nakrar spurningar hesum viðv. Hann svaraði m.a. - AFTANÀ AT HAVA ATKVØTT PENSIÓNSLÓGINA ÍGJØGNUM:

Bill Justinussen skrivaði tá um penjónsskattingina:
Hey Ása, eg kenni als onki til pensjónsuppsparingar og tryggingar sum heild. Havi ongantíð sett meg inn í teknisku partarnar, tí eg havi ongantíð havt álit á slíkum skipanum. Soleiðis eri eg bara persónliga innrættaður, dugi ikki at yvirskoða at hugsa um mín økonomi, tá eg verði gamal, havi ríkiligt at hugsa um ídag og í morgin. Hatta er sjálvandi ein spurningur, sum má avgreiðast við títt tryggingarfelag, men yvirskipað dugi eg bara at síggja, at tað helst eru fleiri taparar enn vinnarar, tí tey, sum arbeiða hjá hesum tryggingarfeløgunum líða onga neyð og taka ríkiligt til sín av lønum og yvirskotum, so onkur er, sum má gjalda.

Ingen kommentarer: