Sider

torsdag den 13. december 2012

Nú Dimma stríðist fyri at sleppa at blíva givin út...

Nú Kringvarpið, sum skal vera óheft av privatum kapitaláhugamálum, er undir trýsti, og vit eisini lesa í bløðunum, at stórkapitalurin er úti eftir Dimmalætting, er kanska vert at minna á, hvat hendi í Íslandi.

Baldur Arnarson, blaðmaður á islendska Morgunblaðið, skrivar grein, sum Emil L. Jacobsen hevur týtt til føroyskt og sum er í Dimmalætting 14. apríl 2010 undir yvirskriftini: Kúgaði sannleikin.

Í greinini greiður Baldur frá, við støði í frágreiðing hjá serligu kanningarnevndini hjá Altinginum, hvussu bankarnir hóttu bløð, sum skrivaðu kritiskt um bankarnar. Greinin var forsíðu-søga í Dimmu henda dagin:

Forsíða á Dimma 14. apríl 2010

Her eru nøkur brot, sum er verd at hava í huga tá vit eygleiða gongdina í Føroyum:

Íslendsku fjølmiðlarnir vóru ikki sína uppgávu vaksnir, tá íslendska samfelagið fyri nøkrum árum síðani hevði beina kós móti eggini. Og um fjølmiðlarnir royndu at tala at bankunum, svaraðu bankarnir aftur við at steðga lýsingum og hótta blaðfólk (mansjett)

Sum heild vóru íslendsku fjølmiðlarnir uttanveltaðir í síni umrøðu av fíggjarsektorinum í tíðini áðrenn bløðran brast. Men ov lítlar royndir og almennur eldhugi fyri útrásini skapti eitt umhvørvi, har atfinningar vórðu antin køvdar ella afturvístar sum øvund ella álop við fíggjarligum baktonkum.

(...)
Mett verður, at tað, at fólkið hevur so nógv til felags, hevur ført til ein hugburð um at ganga í flokki, har meirilutin fylgir verandi rákinum, eitt nú eldhugi fyri skjótum búskaparvøkstri og metstórum vinningum hjá fíggjarstovnunum.

(...)
Í stuttum vísti úrslitið (flóvin: av kanningini av fjølmiðlunum), (...) at har vóru millum 6 og 7 jaligar søgur fyri hvørja neiliga søgu.

(...)
Og tað elvir eisini til stúran, at 15 prosent av søgunum og greinunum í miðlunum vóru einans grundað á tíðindaskriv frá fíggjarstovnunum, og í 37 prosentum av søgunum vórðu tíðindaskriv brúkt sum keldur.

(...)
Mett verður eisini, at fíggjarsektorurin sjálvur royndi at køva slíkar óheftar viðgerðir við at spenna vøddarnar.

Til dømis ákærdi Jafet Ólafsson, leiðari av íløgubankanum VBS, Morgunblaðið fyri at gera ov nógv burturúr neiligum ummælum frá útlendskum ratingfyritøkum um íslendska fíggjarsektorin. Jafet Ólafsson helt uppá, at norðurlendskir kappingarneytar brúktu ratingarnar til at leggja eftir íslendingum.

Í eini røðu í Altinginum í mars 2006 fanst táverandi forsætisráðharrin Halldór Ásgrímsson, sum í dag er aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum, eisini at fjølmiðlunum fyri teirra viðgerð av frágreiðingini hjá Danske Bank.

Og Birna Einarsdóttir, sølu- og marknaðarstjóri hjá Íslandsbankanum (seinni Glitnir og síðani aftur Íslandsbanki), segði við fyrrverandi blaðstjóran á Morgunblaðnum, Styrmir Gunnarsson, at fjølmiðlarnir ”ikki eiga at kritisera bankarnar”, men ”stuðla teimum”.

Íslandsbankin gjørdi meir enn at hótta Morgunblaðið. Tá blaðið hevði skrivað um útlendskar atfinningar móti íslendska fíggjarsektorinum, helt bankin mestsum uppat við at lýsa í blaðnum, sum hevði tað tungt fíggjarliga um hetta mundið.

Harumframt hótti Guðmundur Hauksson, leiðari í bankanum SPRON, ein tíðindamann hjá Frettablaðnum fyri hansara skriving um bankan. Tíðindamaðurin svaraði við at gera blaðstjóran varugan við hóttanina og helt so fram við at skriva um evnið.

(...) fíggjarfyritøkur royndu at seta journalistar í starv, sum høvdu kunnleika um vinnu og búskap, men teir vórðu meira settir í starv fyri møguliga at kunna ávirka teirra fyrrverandi starvsfelagar, heldur enn fyri teirra fíggjarliga innlit.

(...) frágreiðingin metir, at torskildu og vantandi upplýsingarnar, sum komu út um fíggjartænastur, hevur fingið fólkið til at seta sítt álit á serfrøðingarnar.

(...) orsakað av knappligum broytingum í marknaðinum og torskildu skipanunum við fígging og lánsveiting hevði almenningurin avmarkaðar møguleikar fyri at skilja, hvat veruliga gekk fyri seg í íslendska fíggjarsektorinum um hetta mundið.

myndatekstur: Íslendsku bløðini fingu hóttanir frá peningastovnum, tá tey dittaðu sær at seta spurnartekn við stóru veitsluna fyri nøkrum árum síðani. Og Landsbankinn helt mestsum uppat við at lýsa í Morgunblaðnum, tá blaðið vísti á útlendskar atfinningar móti íslendska fíggjarsektorinum

Ingen kommentarer: