Sider

fredag den 30. november 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (4)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um umsetiligheit av fiskiloyvum og fiskidøgum:
Fríari umsetiligheit kann vera eitt amboð at skunda undir tillagingar í fiskiflotanum. Hetta kann gerast við at taka burtur lógarásetingar, sum avmarka flyting av veiðiloyvum og avhending av fiskidøgum. (s. 4)

Hetta er púra rætt. Umsetiligheit og privatir handlar við fiskiloyvum og fiskidøgum er til stórt gagn, bæði fyri tey sum virka í fiskivinnuni, og fyri samfelagið, sum hevur áhuga at tryggja, at mest møgulig virðisøking kemur úr tilfeinginum.

Men hetta peikar eisini á, at leikluturin hjá politiska myndugleikanum í fiskivinnuni er bara til fortreð. Tí tá fiskirættindi verður útlutað av fyrstan tíð er tað ikki gjøgnum ein marknað, sum tryggjar fría umsetiligheit og tillaging, men við beinleiðis útlutan frá landsstýrismanninum til einstaka skipaeigaran.

Greiði fyrimunurin, sum er av umsetiligheit av fiskirættindum, men sum í dag einans fer fram gjøgnum privatar handlar við fiskirættindum, vil vera nógv størri, um eisini landið selur fiskirættindi í opnum handli, t.e. á eini uppboðssølu. So fyri at siga tað á suðriskum: Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal sleppa sær av fananum til vekk frá útlutan av fiskirættindum til skipaeigarar, og lata hetta fara fram umvegis ein marknað.

Ingen kommentarer: