Sider

onsdag den 28. november 2012

Búskaparfrøðin, tann forbannaða búskaparfrøðin!

Í útvarpinum leygarkvøldið hoyrdu vit Hans Kára Vang, búskaparfrøðing, greiða frá tí sum hann sigur vera "nýggja gransking", ið vísir, at vit skulu ikki vænta, at flatskattalættin hjá ABDH-samgonguni kostar tað stóra, ja sum frálíður kostar hann kanska einki. Hans Kári hevði framløgu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.

Hans Kári sigur við útvarpið, at politiskt og akademiskt fokus er skift seinnu árini, og tí er henda nýggja granskingin komin við hesum úrslitunum nú. Hans Kári sigur eisini, at tað serliga góða við flatskattalættanum er, at hann fer serliga til tær hægstu inntøkurnar, tí tað gevur mest vøkstur.

Tað sum Hans Kári hevur ført fram eru øll tey hugsaðu góðu argumentini fyri at skattalætti til tey háløntu er eitt gott hugskot. Men tað ger tað ikki til eitt gott hugskot. Tí búskaparfrøði umfatar eina ómetaliga stóra rúgvu av teorium og modellum, sum kunnu forklára alt millum himmal og jørð. Kunnu! Búskaparfrøðingar hava ongar trupulleikar at forklára, hví toppskattalætti onki kostar. Tað er faktisk eisini sera lætt at forklára tað øvugta: hví toppskattalætti kostar nógv, og serliga í longdini, um tað er tað man vil. Tað krevur bara eitt model. Men eitt model og ein forkláring uttan tilsvarandi empiriskt grundarlag er lítið vert. (Empiri uttan model og forkláring er akkra líka lítið verd.)

Hví er ikki avgerandi spurningurin. Avgerandi spurningurin er, um toppskattalætti kostar nógv ella lítið. Og um tað er eitt gott hugskot. Tá er neyðugt at kenna veruliga samanhangirnar. Ikki allir økonomar hava ordiliga fanga hetta síðsta stigið.

Eg kann til stuttleikar citera Robert Lucas (fekk Nobelprísin í 1995) frá einum interjúvi við tíðindabrævið EconomicDynamics í hesum mánaðinum, har hann kemur inn á hetta:
We know we can write down internally consistent equilibrium models where people have risk aversion parameters of 200 or where a 20% decrease in the monetary base results in a 20% decline in all prices and has no other effects. The "foundations" of these models don't guarantee empirical success or policy usefulness.

Tú kann hava fín model, ið eru logisk og hanga saman, men tað er eingin vissa fyri at tey samsvara við empiriina og veruleikan og hava nakran relevans fyri politikk.

Og tað sum Hans Kári førir fram í síni framløgu í PowerPoint eru nakrar útvaldar útlendskar kanningar, sum hann so bryggjar víðari uppá. So nógv, at tað helst kemur undir akademisk óerligheit. Hann dekkar seg tó eitt sindur inn við upp í saman at brúka hesar bleytu orðingarnar sum "kann hugsast", "kann potentielt", "kann verða" og tílíkt, sum búskaparfrøðingar hava fyri óvana at brúka tá teir gita, men slík fyrivarni tók hann ikki í útvarpinum.

Men hvat sigur búskaparfrøðin so um kostnaðin av skattalætta? Og um progressivan ella flatan skatt? Eg leggi her nøkur dømi fram um búskaparfrøðiliga gransking av skatti og skattalætta.
  • Ein serfrøðingabólkur við danska Peter Birch Sørensen á odda hevur mett um svensku skattaskipanina herundir virknað av broytingum og stórum skattalætta fyrst í 1990-unum. Úrslit vóru løgd fram á seminari í mai 2010, og teir koma fram til, at svenskir skattalættar framdir í 1992-93 høvdu 24 pct av sjálvsfígging. Ikki í nærheitini av 80 - 110 pct, sum Hans Kári sigur um føroyska flatskattalættan, tá hann enntá sigur seg ikki taka alt við.
  • N. Gregory Mankiw og Matthew Weinzierl (fyrrnevndi er fyrrverandi ráðgevi hjá Bush yngra) sum eru ídnir stuðlar av skattalættum, koma í síni kanning fram til uppaftur lægri sjálvsfígging: skattalætti á arbeiðsinntøku í longdini hevur við sær, at 17 pct av mistu skattaintøkunum koma inn aftur gjøgnum hægri búskaparvøkstur. Hetta er ein grein frá december 2004, sum faktisk roynir at verja skattalættarnar hjá Bush í 2002 og 2003.

(Hetta brotið taki eg aftur, tí nevnda kelda er ikki heilt relevant í hesum føri, men verður kanska viðgjørd fyri seg seinni.)
Og er skattalætti til hálønt betri enn skattalætti til lág- og miðallønt? Nei!
  • Owen M. Zidar frá University of California at Berkeley hevur í grein frá juli í ár gjørt eina samanbering av virknaðinum av skattalætta til ovastu 10 pct av inntøkufordeilingini og hini 90 pct og kemur fram til, at øking í búskaparvøkstri sum skattalætti gevur, kemur stórt sæð einans frá tí skattalætta sum fer til tey niðastu 90 pct av inntøkufordeilingini. Tað sum skattalætti til ovastu 10 pct gevur er forsvinnandi.

Hvussu sær ein optimalur skattastigi so út? Hvussu skal skattabyrðan fordeilast?
  • Peter Diamond og Emmanuel Saez koma fram til í grein frá august 2011 (sum eg havi nevnt áður), at skattastigin skal ikki vera flatur: "the optimal profile of transfers and taxes is highly nonlinear and cannot be well approximated by a flat tax". Highly nonlinear skal lesast sum sera progressivur. Tá teir seta tøl á optimala fordeiling, koma teir fram til at hægstu inntøkurnar skulu skattast omanfyri 50 pct marginalt, og helst millum 60 og 70 pct.
  • Thomas Piketty, Emmanuel Saez og Stefanie Stantcheva taka í síni grein frá november 2011 eisini onnur atlit við enn inntøkuelasticitet. Tey vísa á, at hægstu inntøkurnar ofta koma frá øðrum enn produktivum arbeiði (t.d. kradding) og at hesi atlit gera, at búskaparliga er optimalt, um hægstu lønirnar verða skattaðar uppaftur harðari enn omanfyri nevnda grein kemur fram til. Við nógvum nátturúrtilfeingi sum hevur ein stóran týdning í búskapinum er kradding ein stórur trupulleiki í Føroyum og tí er hetta eitt úrslit sum er sera relevant fyri Føroyar.

Sjálvt tey sum argumentera fyri skattalætta og at hann skal serliga fara til hálønt viðganga, at tað viðførir størri ójavna. Sjálvt Hans Kári sigur tað í framløguni og í útvarpinum. Men tey verja tað við, at skattalættin samstundis gevur størri vøkstur, og at tí fáa eisini tey lægri á inntøkufordeilingini ágóða av tí.

Gevur skattalætti til hægstløntu størri vøkstur?
  • Høgt virda greiningardeildin hjá Library of Congress (hjá amerikansku kongressini) hevur gjørt eina kanning av hvønn týdning toppskatturin og toppskattatrýstið hevur havt á m.a. produktivitet og vøkstur síðani annað heimskríggj. Kanningin sum kom út í september í ár megnar ikki at finna nakran samanhang. Kanningin brúkar aggregerað tøl og einfalda korrelatión, sum ikki er besti máti at staðfesta um toppskattalætti gevur øktan vøkstur, men tað er áhugavert, at korrelatiónirnar góvu konsekvent ongan virknað ella negativan virknað á vøksturin av toppskattalætta. 
Tað margháttliga hendi so, at republikanarar í kongressini fingu deildinga at taka kanningina aftur. Ónøgdin var sjálsagt orsakað av niðurstøðuni, men almenna grundgevingin mátti vera ein onnur, so tað bleiv til orðaval í frágreiðingini, m.a. "skattalættar til tey ríku" og "skattalættar hjá Bush".

Eg kundi nevnt nógv onnur úrslit. Eisini heilt nýggj. Í nýggjari gransking roynir man m.a. at taka fleiri atlit enn einfaldar elasticitetir fyri arbeiðsútboð, m.a. tí man er varugur við, at stórur ójavni hevur aðrar vansar og avleiddar kostnaðir við sær.

Og umframt ágóðar av einum minni ójavnum samfelag er eisini ein einfaldur ágóði frá progressivum skattastiga: Ein progressivur skattur er ein nógv sterkari automatiskur stabilisator enn ein flatur skattur er, og tað er ein ágóði, sum avgjørt ikki skal undirmetast í einum so óstøðugum búskapi sum tí føroyska.


Hvat er nýtt?

Tað sum Hans Kári kallar nýtt, er faktisk rættiliga gamalt eftirhondini. Og talan er ikki um nýtt akademiskt fokus á spurningin, nei tað sum ger seg galdandi er heldur, at tá granskingin staðfestir, at skattalætti hevur ikki stóra sjálvfígging, eru høgravendir kreftir sum bara eru farnar at rópa uppaftur harðari.

Timingina fyri útmeldingina hjá Hans Kára um "nýggja gransking" kann man so eisini kalla illa valda. Tí um man skal vísa á nakað nýtt fokus innan búskaparfrøðiligu granskingina hesum viðvíkjandi, so er tað, hvussu tann stóri ójavnin (sum m.a. toppskattalættar hava havt við sær) er blivið ein forðan fyri vøkstri. Og at stóri ójavnin møguliga eisini hevur verið við til at kollsigla búskapin.

Hvat týdning hevur stóri og økti ójavnin?
  • Michael Kumhof og Romain Rancière vísa í arbeiðsriti hjá IMF á, at 1929 og 2007, tá størstu kreppurnar síðstu meira enn hundrað árini eru byrjaðar, eru komin aftaná fleiri ár við øktum ójavna, og at hetta sannlíkt var viðvirkandi til kollsiglingina av búskapinum. Teir føra fram, at besta loysn at forða fleiri kreppum er at styrkja samráðingarmøguleikarnar á arbeiðsmarknaðinum hjá teimum við lægri inntøkum, so tey kunnu vinna sær størri part av samlaðu virðisskapanini.

Um ójavni er ein forðan fyri vøkstri, og kanska eisini er orsøk til búskaparkreppu, so er eitt paradoks í argumentunum um at skattalætti skapar øktan vøkstur.

Føroyar hava fyri vana ikki at læra av øðrum og taka tað góða til sín. Tvørturímóti plagar man at gera somu mistøk sum onnur, aftaná man hevur ásannað mistøkini aðrastaðni. Og hetta sum hevur kollsiglt búskapirnar og forðar vøkstri hevur núverandi samgonga so valt at seta í verk í Føroyum. Tað er ikki nakað at gera seg til fakligan talsmann fyri.

Soleiðis kann tað ganga. Man kann lættliga blíva fangaður í onkrum frálíkum forkláringum uppá hví og um man ikki hugsar seg um kann man fara at trúgva, at soleiðis hongur veruleikin eisini saman. Ella kanska blíva yvirtalaður av onkrum omanfyri? Vónandi er hetta ikki dømi um hvussu tað vanliga fyrigongur í Fíggjarmálaráðnum, har Hans Kári arbeiðir.

Ingen kommentarer: