Sider

torsdag den 29. november 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (3)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um frælsi at handla við fiskirættindum:
Frælsi at keypa og selja fiskirættindi kann birta undir, at tilfeingið verður gagnnýtt burðardygt búskaparliga. Marknaðarmekanisman skal tryggja, at teir skipaeigarar, sum duga best at reka skipini, og hava atgongd til kapital, skulu hava møguleika at keypa fiskirættindini frá teimum, ið fáa minni úrtøku úr sínum fiskirættindum. (s. 4)

Um so er at politiska skipanin ásannar, at "frælsi at keypa og selja fiskirættindi" kann "birta undir, at tilfeingið verður gagnnýtt burðardygt búskaparliga" -- so liggur beint fyri eisini at ásanna, at tað rætta er, at fiskimálaráðharrin í staðin fyri at býta ókeypis fiskirættindi til vinir og fíggindar, heldur skipar ein marknað, har skipaeigarar hava "møguleika at keypa fiskirættindini".

Um so er at politiska skipanin ikki ásannar, at slíkur marknaður er rætta skipanin at "tryggja, at teir skipaeigarar, sum duga best at reka skipini" skulu hava atgongd til fiskirættindi, kann tað einans verða grundað á, at tað er politiska skipanin sjálv sum ynskir at blíva blandað uppí, ikki tí tað gevur betri úrslit.

Um politiska skipanin sjálv ynskir at verða partur aktivur av býtinum av fiskirættindum, kann tað skyldast alt millum himmal og jørð, men tað eg hugsi fyrst er:
  • Politiska skipanin ynski, at vinnan skal (noyðast at) lefla fyri politikarum,
  • Kanska enntá ynskja politikarar privatar ágóðar sum gávur (korrupsjón),
  • Politikarar ynskja at sleppa at hjálpa sínum vinum, sum eru minni dugnaligir enn aðrir skipaeigarir, (tað kann jú eisini enda í gávum til politikaran sjálvan,)
  • Ella halda politikararnir, at teir duga betur at reka fiskivinnu enn skipaeigararnir.

Ingen kommentarer: