Sider

søndag den 25. november 2012

Hagfrøðin, tann forbannaða hagfrøðin!

At Heri Petersen sambært portalinum hevur sagt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík, at
Føroyar í (næstan) allar mátar er heimsins besta land,
fær nógvar ákoyringar. Á portalinum og sosialu miðlunum. Hetta er eisini ein øgiliga løgin niðurstøða at gera, og argumentatiónin (sambært greinini) er eisini sum Harragud veit. Men tað man vera blaðmaðurin hjá portalinum sum ikki hevur fingið meira enn helvtina við, og misskilt argumentini og samanhangin, og skrivar bara okkurt út frá tí. Eitt fínt dømi síggja vit í endanum á greinini:
í mun til lønarlagið eru sosialu veitingarnar í Føroyum tær bestu í verðini. So niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í.

Soleiðis kann man ikki argumentera og tað hevur Heri sjálvsagt heldur ikki gjørt. Tað er nakað, Leo Poulsen á portalinum sjálvur hevur funnið uppá. Og tað hevur Heri eisini sjálvur skrivað í viðmerking til greinina á portalinum.

Kim Hansen sigur tað so væl í viðmerking til greinina:
Hagfrøðin, tann forbannaða hagfrøðin. Mált uppá munin millum lønarlag og sosiala veiting so konkluderar man, at Føroyar er heimsins besta land at liva í. Men um man mátar uppá lønarlag í mun til lønarlag í øðrum londum, so eru vit langtfrá heimsins besta land at liva í. Um vit hyggja uppá lønarlag í mun til rentuna á einum sethúsaláni, kann man so eisini konkludera at vit eru ringasta land at liva í?!

Og tað er tað sum er kjarnan í trupulleikanum. Tað eru ikki veitingarnar, sum eru høgar, men lønirnar, sum eru ov lágar. Tað eru ómetaliga nógv í Føroyum sum arbeiða og fáa løn, men sum kortini hava tað ómetaliga tungt fíggjarliga og stríðast at fáa endarnar at røkka saman. Í Føroyum er lønarlagið lægri og prísstøðið hægri enn í grannalondunum. Spyr bara ein annan Hera.

(Orsøkin til báðar trupulleikar (lágar lønir og høgar prísir) er lágur produktivitetur í Føroyum, sum kemur av skeivum vinnupolitikki í áratíggju, men tað skal ikki viðgerast her.)

Eg havi spurt Hera (Petersen) um landsfundin hjá Fólkaflokkinum, og hann sigur fyri mær, at hann bleiv spurdur á fundinum um fátækradømi, og hann svaraði teimum, at sjálvandi eru fátøk fólk í Føroyum, men ein týðandi partur av teimum fátøku eru á arbeiðsmarknaðinum.

Tað sum hetta merkir, og sum Fólkaflokkurin ikki skilir, og sum eg veit at Heri er samdur við mær í, er, at skattalætti til tey lágløntu hevði gjørt góðan mun at minka fátækradømið í Føroyum. Men tað valdi samgongan frá, tá tey brúktu út við 300 mió kr í ófíggjaðum toppskattalætta (uttan at staðfesta strukturelt avlop fyrst), og sendu rokningina til næsta ættarlið.

At tað eydnast Fólkaflokkinum at finna ein økonom sum sigur at tað var skilagott undrar ikki. Hann skal eg venda aftur til í næstu greinini. (Greinin er nú her.)

Ingen kommentarer: