Sider

søndag den 11. november 2012

Heldur ikki kapping í bankavinnuni?

Á facebook skrivar Barbara Vang um fyrilitaleysu peningastovnarnir, sum liggja í skeið við landsstýrið:
Serstakliga undrunarvert, at Kappingarráðið ikki kann fáa játtað 1 mió. kr. til at kanna kostnaðarstøðið hjá bankum.....samstundis sum landsins stjórn ferð eftir ferð úttalar seg um, at kostnaðurin hjá bankunum er alt ov høgur, at fólkið hevur ov lítið av peningi eftir til forbrúk/fastar útreiðslur o.s.fr.

Umframt, at Føroya hava hægsta prístal í Evropa, er álagt føroyingum, ið hava realkreditfígging (sum flestir føroyingar eftirhondini hava) eitt fullkomiliga órímiliga høgt bidrag á 1,9%.

Sum Jan Otto Holm vísti á í grein síni í Sosialinum næstseinasta leygardag, vita "vanlig" fólk veruliga ikki hvat hetta merkir fyri teirra privatøkonomi.

Tað er ein himmalrópandi munur á hvat ein føroyingur skal gjalda fyri eitt realkreditlán í mun til hvat danir gjalda (og tá meta danir seg rinda nógv í bidrag) og er vert at hava í huga, at føroyingar hava realkreditfígging úr donskum realkreditfíggingarveitarum - altso reelt kundar í sama stað (umvegis ein føroyskan banka), men føroyingurin skal gjalda 2-3 ferðir so nógv í bidrag.

Eitt dømi til samanberingar: danir rinda uml. kr.6.600 kr í bidrag um árið pr. 1 mió í láni. Lat okkum siga, at eini hjún í Føroyum hava 2 mió kr. í realkreditfígging, harav krevja bankarnir/realkreditf. uml. kr. 38.000 um árið í bidrag, meðan eini donsk hjún rinda uml. 13.000 pr. ár í bidrag fyri sama lán. Sostatt rindar føroyingurin 25.000 kr. meir um árið í bidrag!! Tað gevur kr. 250.000 eftir 10 árum í meirbidrag enn aðrir danir rinda.

Lat okkum siga, at lánið er yvir 20 ár, so rindar ein føroyingur uml. kr, 500.000 MEIR í bidrag enn enn ein dani !!!!!

Hví metir man her til lands, at tað er ok, at føroyingar, umframt at rinda rentu, avdrag og bidragið, ið danir rinda + eina hálva millión eyka???.

Vildi ikki verið áhugavert hjá flest øllum at vita, hví føroyingar skulu hava kr. 25.000 minni eftir pr. ár til aðra nýtslu, ella meta føroyingar seg ikki havt brúk fyri eini ½ million til annað enn at rinda bankunum eftir 20 árum.

Metir landsstýrið, at tað er rímiligt at egnir borgarar skulu í gjøgnumsnitt gjalda ½ million meira í bidragi enn danir fyri sama láni produkt?

Sum eg byrjaði við, hvussu kann landið ikki finna 1 snolluta million - tað svarar "bert" til tað sum 2 føroyskir kundar rinda meira í bidragið fyri teirra realkreditlán enn danir fyri teirra privata lán?

Ja møguliga er tað bara eg, ið haldi at tað er nakað so himmalrópan ørt og órímiligt.... landið hevur møguliga ta áskoðan, at henda ½ millionin í meirbidragi hjá vanligum føroyingur er betri brúkt til bidrag til bankar/realkreditstovnar, heldur enn at fólkið kann gera brúk av teimum t.d. aðra staðni í samfelagnum.....?

Snakka um fátakramark, fólkaflyting, príslegu o.s.fr. og ikki hyggja eftir/kanna, hvar nógv nógv tann størsti parturin av tiltøkupeninginum hjá borgararnum fer til ...

Eg havi fyrr skrivað um manglandi kapping í fiskivinnuni, og hvussu dýrt tað er fyri føroysk húski.

Barbara vísir á 25 000 kr meira hjá húskinum at rinda hvørt ár til nøkur av teimum ríkastu í samfelagnum: bankastjórar. Umframt at sama húski skal forera fyri 100 000 kr í tilfeingi til nøkur onnur av teimum ríkastu: reiðarar í fiskivinnuni. Íalt 125 000 kr (eftir skatt, tvs. til beinleiðis nýtslu), sum eitt húski í miðalklassanum í Føroyum er fátækari enn neyðugt -- einans tí politiski myndugleikin er í parti við teimum ríku í stríðnum ímóti miðalklassanum.

Tað kann keypast rættiliga nógv fyri 125 000 kr árliga sum kann gera lívið nokk so nógv meira komfortabult hjá breiðu fjøldini. Børnini kunnu fáa nógvar upplivingar sum ríka teirra uppvøkstur. Men onkursvegna heldur politiska valdið, at ríkidømið sum Føroyar eru vælsignaðar við frá natúrunnar hond skal ikki koma føroyingum til góðar. Og tey ríku skulu hava frið at ríka seg enn meira upp, so kapping er eitt fýorð - í banka- so væl sum fiskivinnuni.

Ingen kommentarer: